Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsdagar í Svimjihøllini

Í morgun var hátíðarhald í Svimjihøllini í Gundadali í sambandi við, at Rúna og Helena Mortensen hava 25 ára starvsdag í ár.

Heðin Mortensen takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu og nevndi, at frá fleiri útlendskum vitjandi hevur verið staðfest, at Svimjihøllin í Havn er ein tann reinasta og nossligasta svimjihøllin í Norðanlondum. Hetta sigur ikki so lítið um eitt arbeiðspláss og um trúfestið hjá teimum starvssettu.

Tær báðar Rúna og Helena hava verið í høllini nærum líka leingi, sum høllin hevur verið til, og eru á mangan hátt ein ímynd av tí arbeiði, her hevur verið framt – tær fingu onkursvegna eisini heiðurin fyri, at borgarstjórin dugir at svimja!

Heðin Mortensen handaði teimum blómur, heiðursbræv og gávukekk frá býráðnum, umframt vælumtókta Tórshamar-bringuprýðið!

Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini, nevndi m.a., at tær báðar vóru sera sjónligar, høgt virdar millum vitjandi, men sera avgjørdar. Orsakað av stórum útskifti av ungum starvsfólki, so hevði tað sera stóran týdning at varðveita tey, ið hava royndirnar at koma við góðum ráðum og hugskotum og at uppala tey yngru.

Nógv fólk vóru samankomin í morgun at heiðra tær báðar!