Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsdagar á tannlæknastovuni

Hósmorgunin vóru fýra starvsdagar hátíðarhildnir á Tannlæknastovuni í Tórsgøtu 23. Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen høvdu 20 ára starvsdag, Annika Thorsvig og Helga Rúnadóttir Øster hildu 10 ára starvsdag.

Borgarstjórin segði nøkur orð við morgunmatarboðið um tær fýra. Brynhild byrjaði í starvi hjá Hans Olaf Hansen, tannlækna í Klaksvík, og seinni avloysti hon tann so kenda Erling Simonsen. Síðan varð hon sett í avloysarastarv fyri Sigrid, sum var tannlæknastjóri í farloyvi. og eftir tað varð hon sett í fast starv.

Síðani oktober 2011 hevur Brynhild eftir áheitan frá Landssjúkrahúsinum og Tannlæknafelagnum starvast á Landssjúkrahúsinum mánadagar. Her tekur hon sær av teim børnum, ið ikki megna at fáa vanliga tannlæknaviðgerð, men noyðast at verða burturdoyvd.

Maria Simonsen byrjaði í 1996. Tá Maria sum 26 ára gomul byrjaði í vardum starvi í barnatannrøktini, so var hetta helst ein av teim fyrstu av slíkum, ið Almannastovan játtaði.

Hon bleiv ein ordans fongur hjá Tannlæknastovuni. Millum annað stýrir hon í stóran mun floksundirvísingi í tannrøkt.

Annika Thorsvig byrjaði sum klinikkassistentur á Tannlæknastovuni. Hon hevði útbúgving sum klinikkassistentur frá Jakku Heinesen, tannlækna, har hon var liðug við útbúgvingina í 1992.

Anniku kenna tey flestu frá móttøkuni, har viðskiftafólkini altíð føla seg vælkomnan altíð verða móttikin við einum blídligum smíli. Hon er eisini teldukøni KT-superbrúkarin á Tannlæknastovuni.

Helga Rúnadóttir Øster er klinikkassistentur í barnatannrøktini. Hon er útbúgvin klinikkassistent úr Aalborg kommunalu tannrøkt í 1998. Hon starvaðist síðani í tannrøktini í Aalborg í 9 mdr áðrenn nøsin aftur varð vend móti heimlandinum.

Dagliga arbeiðið hjá Helgu í tannrøktini er rættuliga víttfevnandi. Hon hevur leingi tikið sær av klinikkin í Kollafirði, og nú tannheilsan í Kollafirði er vorðin so góð, so starvast hon eisini á klinikkini á Argjahamri.