Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsdagar á býarbókasavninum

Tilsamans hava tey fýra, sum halda 20, 25 og 30 ára starvsdagar í dag, 100 ára royndir. Bæði nýggi leiðarin, Svend Højgaard, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, vístu á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at hava so roynd og so trúføst starvsfólk.

Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað í morgun, eru:

20 ár: Hanne Magnussen

Hanne arbeiðir serliga sum barnabókavørður og við heimasíðuni hjá Býarbókasavninum.

25 ár: Sólbrún Jensen

Sólbrún arbeiðir sum skrivstovufólk, har hon m.a. hevur ábyrgdina av øllum tíðarritunum.

25 ár: Kartni Ravnsfjall

Kartni er, umframt at arbeiða sum bókavørður, eisini telduvørður.

30 ár: Randi Nolsøe

Randi arbeiðir sum bókavørður, serliga við skráseting av bókum og øðrum tilfari og rættlesur allan føroyskan tekst, sum Býarbókasavnið letur úr hondum (heimasíðan, ummælir v.m.)

 Tey fingu øll handað blómur og gávur frá bogarstjóranum í sambandi við eina hugnaløtu á Býarbókasavninum í morgun.