Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Starvsdagar á Birkilund

Allan Mortensen, Eydna Ísheim, Johanna Laksá, Kristianna Poulsen og Helle Mortensen, starvsfólk á Birkilund, hildu øll starvsdagar í gjár. Heðin Mortensen, borgarstjóri, heiðraði teimum fimm við gávum og heilsum.

Allan Mortensen hevði 10 ára starvsdag tann 11. február. Hansara fyrsti arbeiðsdagur var minniligur. Hann endaði á skaðastovuni, har hann bleiv seymaður, eftir at hann hevði sligið høvdið í ein bjálka í garðinum.

Borgarstjórin nevndi, at Allan hevur bygt skúlastovuna upp og er skúlastovan í dag ein væl virkandi stova, har bæði børn, foreldur og starvsfólk trívast og mennanst. Afturmeldingar frá skúlamynduleikum eru sera jaligar, børnini sum koma úr Birkilund eru eisini sera væl fyri.

Allan bleiv álitisfólk í 2008 og hevur tann postin enn.

Borgarstjórin nevndi eisini, at Allan er einsamallur hani á stovninum, sum er sera gott fyri børnini og tey vaksnu, tí hann er ein róligur, jaligur og hjálparsamur persónur.

- Hann røkir sínar uppgávur sera væl og ynskja vit honum nógv góð ár í Birkilund framyvir, segði borgarstjórin.

Helle Mortensen hevði 25 ára starvsdag tann 1. okt 2012. Helle hevur arbeitt á somu stovu øll árini, so hendan flytingin í samband við soppin hevur verið kolveltandi fyri hana, men suðuroyarblóðið klárar alt, segði borgarstjórin.

- Har sum Helle er, er suðuroyalyndi eisini sjónligt. Hon hoyrist og sæst (sjálvt um hon er lítil) Hon dámar væl at rokast, altíð ein skálk aftanfyri oyra .

Men har sum Helle er, er altíð ordan á tingunum. Hon er glað, festilig og prátingarsom.

Vit ynskja henni somuleiðis nógv góð ár aftur at í Birilund.

Jóhanna Laksá hevði 30 ára starvsdag tann 1. sep 2012. Jóhanna hevur arbeitt nærum øll árini á somu stovu. Jóhanna hevur verið við í nú tveimum flytingum. Fyrst frá Lutzenstrøð niðan á Kommansmýru og nú yvir í Vípuna.

- Jóhanna hevur verið álitisfólk síðan 1996 og hevur enn tann postin, sum hon røkir sera væl.

Hon hevur eisini sitið í nevndini fyri Birkilund í 3 ár, til stovnurin gjørdist kommunalur tann 1. jan 2012.

- Jóhanna er ein trygdarsteinum í vøggustovuni, hennara orð viga nógv. Hon er sera arbeiðssom, ikki bangin fyri at rætta eina eyka hond ella tvær og altíð við einum stórum smíli. Vit ynskja Jóhannu eisini nógv góð ár afturat í Birkilund, segði borgarstjórin.

Eyðna Ísheim hevði 15 ára starvsdag tann 3. februar 2012. Eyðna hevur arbeitt sum stuðul, sum námsfrøðingur og nú sum SI-ráðgevi.

- Eyðna hevur við sínum stóra áhuga fyri SI og rørslu bygt eitt framúr gott tilboð upp á stovninum, sum børn, foreldur og starvsfólk hava stóra gleði av. Eyðna er sera rólig og fyrikomandi og børnini elska at sleppa við henni til allar tær ymisku spennandi venjingarnar sum hon hevur.

- Vit ynskja Eyðnu nógv góð ár afturat í Birkilund!

Kristianna Poulsen hevði 15 ára starvsdag 15. september 2012. Hon hevur arbeitt øll árini í barnagarðinum.

- Kristianna er Trygdarumboð á stovninum og í samband við soppin hevði hon úr at gera. Hon er rólig, jalig, stuttlig og ein sera góður starvsfelagi. Hjá Kristiannu ber alt til, hon er ein sum sær møguleikar fram um forðingar!

- Vit ynskja Kristiannu eisini nógv góð ár afturat í Birkilund, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í stuttu røðunum fyri teimum, sum høvdu starvsdag.