Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Standmyndin á Hólheygum

Dan Klein --- 06.08.2017 - 09:46

Perlur: Tróndur í Gøtu helt til í Syðrugøtu, og ikki í Norðagøtu. Hetta segði Annifía í Vági í samrøðu við Oyggjatíðindir 4. juli 2008, sum vit prenta uppaftur her.

Vit skulu gera vart við, at blaðið klossaði í tekstinum um Trónd í Gøtu, mikudagin. Vit harmast, at staðið, har Tróndur helt útkikk, ikki varð nevnt. Tað var sjálvandi uppi á Hólheygum. Tað er eisini har, at Annifía í Vági metir, at standmyndin av Gøtu Trónda átti at staðið.

Tí var tað eisini burturvið at skriva, at Tróndur haðani kundu hugd út yvir Gøturnar báðar.

Haraftrat skrivaðu vit, at Tróndur hevði uppisitara í Norðragøtu, men har sat niðursetumaður... og so kom rekaviðurin niðan í Rasthol, men tað var undir stóru ódnini í 1874.

Alt um mun millum flóð og fjøru, hoyrir als ikki heima í greinini, og vit biðja tí fyrst og fremst Annifíu í Vági umbera okkum.

Men feilirnir eru gjørdir, og teir eru nú rættaðir.

- Eg veit ikki hví hildið verður uppá, at Tróndur í Gøtu búði í Norðragøtu. Tað er ikki logikkur í hesi niðurstøðuni, sigur Annifía í Vági, og vísir á, at Tróndur hevði útkikk á Hólheygum, so hann sá omanyvir Gøtuvík og út eftir Skálafjørðinum.

Annifía í Vági, sum eisini hevur røtur í Syðrugøtu, heldur uppá, at tað er blóðskeivt, at seta standmyndina av Tróndi, í Norðragøtu, tí har hevur hann ongantíð búð. Annifía grundgevur við logikki, at Tróndur í Gøtu hevði skipini liggjandi á Skipanesi, og hevði útkikk, soleiðis, at hann sá Skálafjørðin og Gøtuvík.

Í Gøtuvík kundi skipini ikki liggja, tí hetta er brimpláss, og tí lógu skip hansara á Skipanesi.

Haraftrat vísir Annifía í Vági á, at gjógvin, var munandi djúpari millum Syðrugøtu og Norðagøtu á døgum Tróndar.

Tróndur livdi frá 945 til ár 1035, og ódnin í 1874 gav Gøtugjógv núverandi skap. Í dag virkar gjógvin ikki serliga djúp. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Tó at gjógvin um Gøturnar, helst verður brúkt, at sannføra fólk um, at Tróndur kann hava búð í Norðrargøtu og ikki í Syðrugøtu, tí Gøtugjógv í dag ikki er djúp, er tað áhugavert at fáa fram, at í apríl mánaða í 1850, varð avgjørt, at smiðjurin, Jacob Andreasen, skuldi gera eina brúgv, sum bant bygdirnar saman.

Vit síggja í skjali, at Jørgensen, próstur á Nesi, skrivar til Weihe, sýslumann, um brúnna, at handilsforvaltarin, skuldi syrgja fyri, at gøtufólk vildu fáa tilfar til Gøthe Gjov, í Klaksvík.

Handilsforvaltarin í 1850, var Jákup Nolsøe, beiggi Nólsoyar Páll.

Men annað skjal vísir okkum, at hervilig ódn kom á í 1874.

Tá knústist brúgvin og gjógvin fyltist við stórum gróti, og gjørdi gjønna munandi grynri enn hon var á Tróndar døgum. Tann, sum í dag stendur á brúnni, og hyggur omanum , kann síggja laðingar báðumegin við gjønna, har sum brúgvin hevur verið í 1850.

Áðrenn ódnina í 1874, vildi ikki borið til hjá Tróndi, at komið yvirum gjønna við vápnabrøðrum sínum, so komast kundi til bátarnar, ið lógu á Skipanesi.

Nakað annað, sum Annifía heldur vera áhugavert er, at rekaviður kom heilt niðan í Rasthol, við Skansahúsið í Syðrugøtu undir stóra briminum í 1874.

Hetta vísir greitt hvussu ógvuslig ódnin hevur verið. Skrivligar keldur, siga eisini frá, at hendan ódnin gjørdi nógv um seg aðrastaðir í Føroyum.

Annifía sigur seg minnast mammu sína siga frá, at hon spældi við bein á sandinum í Syðrugøtu, sum ikki vóru frá dýrum, og at hetta vóru fólkabein, ivaðist mamman ikki heldur í, tá hon gjørdist eldri.

- Tað er ongin ivi í mínari sál um, at Tróndur búði á Húsgarði í Syðrugøtu. Staðarnøvn við endingini garði, eru nógv eldri stovunøvnini, sigur Annifía avgjørd, og vísir eisini til keldur frá Sverra Dahl, sáli, ið heldur ikki var í iva um, at Tróndur búði í Syðrugøtu.

- Langabbabeiggi - bróður Skúla Jógvan, búði í Niðaralaki í Syðrugøtu, sum skolaði út av ódnini í 1874, sigur Annifía í Vági. Longri uppi hevði Lakibóndin bygd sær nýggj hús.

Heimanfyri Lakina var Bartalsstova, har Skúla Jógvan búði, og Jacob Andreasen, ið fekk til uppgávu at gera brúnna um Gøtugjógv, búði úti á Mýruni.

Hetta var býlingurin Úti í Grógv.

Annifía í Vági, heldur, at langabbabeiggin er fluttur til fuglafirðar at búgva onkuntíð millum ódnina í 1874 og 1880. Helst er langabbabeiggin farin heim í Bartalsstovu, til beigga sín, Skúla Jógvan, at búgva, meðan ódnin leikaði í, og er síðani fluttur til fuglafirðar, haðani konan var ættað.

Annifía í Vági, heldur uppá, at tað eru hvørki skrivligar ella munnligar keldur, ið rættvísgera uppáhaldið, at Tróndur búði í Norðragøtu, tó at staðarnøvn eru knýtt til bygdina.

Annifía í Vági er ikki í iva um, at Tróndur hevur havt niðursetumann í Norðrargøtu, men hevur sjálvur hildið til í Syðrugøtu við monnum sínum av sjálvsøgdum stratekiskum orsøkum.

- Hví skal standmyndin av Tróndi standa lágt. Tróndur í Gøtu var ein stórur maður, og hevur uppiborið at standa høgt, sigur hon og heldur, at staðið á Hólheygum, har Tróndur skoðar útyvir Skálafjørðin og útyvir Gøtuvík, hevði verið meira hóskiligt til báðar bygdirnar, heldur Annifía í Vági, at enda.