Stand up og konsert í Leikalund
Miðstovan 24.februar kl 22
Stand up Føroyar
Vit kenna øll Kára Cool, studentin Esmar Eysturoy og geikaran Kjartan. Sjúrður Skaale hevur við beinraktum samfelagsligum eygleiðingum fingið Føroya fólk at flenna eftir hvørjum øðrum og ikki minst eftir sær sjálvum. Og nú kunnu vit uppliva stórskemtaran í einum øðrvísi one man showið í Stand Up Føroyar í Klaksvík 24.februar kl 22.
Karmur kring Stand up Føroyar er Miðstovan í Leikalund.
Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á 457151.
Spaniastova 25.februar kl 21
Hanus G. í søguligum stíli
Hanus G. Johansen spælir í Spaniastovu 25.februar kl 21.
Hanus G. Johansen vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík. Í umhvørvinum har og kring dansistovuna og posthústrappuna kveiktist hugurin til at fara út um Klakk at spæla. Og tað bleiv til onkran túrin við m.a. Pison at eisini gittarin kom til sín rætt.
Tónleikaliga og skaldsliga fevnur Hanus G. vítt og breitt, djúpt og høgt. Cohen, Dylan, Poul F., Hans J. Glerfoss osfr. hevur Hanus G. sungi og spælt fyri føroyingum í skjótt 40 ár.
Av teimum heilt stóru tónleikaupplivingum á tónleikaferð Hanusar kunnu nevnast konsertin hjá honum aftaná Scorpions á Vágsbø í 2007, konsertin á 60 ára degnum 18.juni 2010 í Norðurlandahúsinum og konsertin í Badmintonhøllini í Klaksvík 21.august. Leygarkvøldið kl 21 verður Hanus G. at hoyra søguligum stíli í Spaniastovu.
Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á 457151.
Heilsan
Jógvan Andrias Joensen