Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stálbrúgvin um Sándá komin til landið

Við vestaru bryggju í Havn liggur fraktskipið Hohe Bank. Umborð eru stálkonstruktiónirnar til brúnna um Sandá, sum eru framleiddar í Pólandi. Um viðrar, so er ætlanin at fáa stálið upp við vestaru bryggju sum skjótast og so seinni at flyta tað út til Sandá. Hetta verður helst gjørt um náttina. 

Borgarstjórin upplýsir, at ætlanin er, at kranin hjá Mekanik skal lyfta stálkonstruktiónirnar í land og seta tær á ein blokkvogn hjá Løvubetong. Hann upplýsir, at konstruktiónirnar verða fluttar eftir J.C. Svabosgøtu og fleiri arbeiði fara í gongd við at flyta busskýli, skelti og pelar úteftir Velbastaðvegnum.

Ein neyvari kunngerð um ferðsluna og flutningin annars kemur seinni í dag.