Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stakkals Winther

Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í ár latið Winther-heiðurslønina til KvF fyri villleiðin, øsing og niðurgerðing

Felagið fyri miðlafólki í Føroyum letur aftur í ár journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki, miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið, Winther-heiðurslønina, uppkallað eftir Niels Winther, sum gav fyrsta blað í Føroyum, Færingetidende, út.

Í ár fekk KvF heiðurin fyri viðgerð av málinum um Skálafjarðartunnilin og sendingina ”Skálafjarðartunnilin – kosta hvat tað kosta vil”. Ongin ivi er um, at hendan sending hevur uppiborið heiðurin, um tað bert verður hugt at síðsta parti av fortreytunum, at seta á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.

Vánaligt journalistiskt handverk

Men hyggur tú at fyrra partinum, sum er við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki, miðvíst at hava viðgjørt …. týðandi samfelagsligt evni … so er eyðsýnt, at sendingin fellur so ómetaliga langt uttan fyri hesa áseting. Sendingin er ikki bert vánaligt journalistiskt handverk, men setir beinleiðis allar journalistiskar reglur til síðis.

Herumframt er hon brot á løgtingslóg um Kringvarp, løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, public service sáttmálan, leiðreglum hjá miðlafólki um góðan fjølmiðlasið og egnar ásetingar hjá KvF.

Brotið leiðreglur og kringvarpslóg

Skal bert nevna tvey dømi burtur úr rúgvuni um vánaligt handverk og um hesi brot, sum nú verða heiðrað:

• Leiðreglurnar hjá Fjølmiðlanevndini, sum eisini standa á heimasíðuni hjá Føroyskum Miðlafólkum, áseta, at tey sum standa fyri skotum eiga at sleppa at svara og at svarið eigur at vera hóskandi í vavi. Teir tveir, sum stóðu fyri skotum, fingu 10 % av senditíðini, meðan tey 20, sum skutu, fingu 90 % av tíðini

• Løgtingslóg um kringvarp ásetur m.a., at KvF skal vera óheft, fjøltáttað og sakligt. Teir 20 viðmerkjararnir eru valdir eftir hvørja meting teir høvdu um málið. Undirritaði og serfrøðingar úr Eysturoynni sluppu ikki við, hóast vit bóðu um tað.

Journalistar uttan fakligan stoltleika

Er tað veruliga ongin journalistur í Føroyum, sum hevur so mikið av fakligum stoltleika, at hann torir at rópa varskó móti hesum óhugnaliga ráki í fjølmiðlum, har tann fremsta uppgáva er villleiðing, øsing og niðurgerðing? Og sum teir nú eru farnir at heiðra hvønn annan fyri. Hetta er stórsta hóttanin móti okkara fólkaræði.

Stakkals Winther!

Johan Petersen