Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STAÐARNAVNANEVNDIN SETT AV NÝGGJUM

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt limir í Staðarnavnanevndina fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 31. desember 2019:

• Eivind Weyhe, lektari emeritus, mag. art. í føroyskum máli - eftir tilmæli frá stýrinum fyri
   Fróðskaparsetur Føroya
• Anfinnur Johansen, lektari mag.art. - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
• Lena Reinert, granskingarhjálpari, bachelor í føroyskum máli við staðarnøvnum sum starvsøki - eftir
  tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
• Kristin Magnussen, mag. art – eftir tilmæli frá Málráðnum
• Stein Fossá, deildarleiðari fyri kort og skráir – eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, sum skal vera eitt av umboðunum frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi. Uppgávurnar hjá nevndini fevna m.a. um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum. 

Staðarnavnanevndini virkar sbrt. reglugerð frá 6. juli 2010.