Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SSP-sáttmálin endurnýggjaður

Á samkomu í KSF-húsinum hevur Gunvá við Keldu, vegna Kommunusamskipan Føroya, skrivað undir nýggjan sáttmála um SSP - samstarvið. Sáttmálin skal tryggja at almenna fyribyrgjandi arbeiði ímillum børn og ung heldur áfram. Í nýggja sáttmálanum er virkisøkið hjá SSP víðkað, soleiðis at arbeiðið fevnir um øll børn frá skúlabyrjan og til 18 ár. Hetta hevur við sær, at allir skúlanæmingar fáa ágóðan av teimum átøkum, ið SSP skipar fyri.

SSP er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi. Høvuðsendamálið hjá SSP er at virka fyribyrgjandi og at fremja atgerðir, sum minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. SSP-samstarvið hevur sum mál at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum

Avvarðandi myndugleikar sum undirskrivaðu sáttmálan í dag vóru, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálaráðið, Løgreglan, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Føroya Kommunufelag. Somu myndugleikar sum eisini manna ein leiðslubólk, ið skal tryggja SSP-samstarvinum nøktandi karmar framyvir.

At skipa samstarvið er settur ein ráðgevi/samskipari, sum heldur til í KSF-húsinum undir leiðslu av Barnaverndarstovu Føroya.

SSP- arbeiðið annars er býtt upp í 8 SSP-økisbólkar kring landið. Tey, sum taka lut í arbeiðinum, eru barnaverndartænastur, lærarar, heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdómshúsum og NSR-tænastum/ Sernámsdeplinum. Uppgávan hjá økisbólkinum er at samskipa og fremja tað fyribyrgjandi arbeiðið og seta nágreinilig tiltøk í verk.

(kelda: www.klaksvik.fo  www.ksf.fo)