Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spurningar til Bjørt og Aksel um P/F Føroyatunnlar

Tað ljóðar nærum ov gott, at vit kunnu fáa 2 tunnlar, heldur enn ein, uttan at hetta kemur at kosta skattagjaldarunum nakað – og samstundis sum brúkararnir koma at gjalda minni – og hetta uttan váða fyri landskassan.

Fari tí at seta nakrar útdýpandi spurningar til uppskotsstillararnar.

Kostnaðurin av tunnlunum

Í uppskotinum verður mett, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta 1 milliard – vitandi um, at hesin saktans kann koma at kosta 200-600 milliónir meir. Hvussu ávirkar hetta føroyska skattgjaldaran, um verkætlanin fer at kosta eitt nú hálva milliard meira?

Í uppskotinum verður mett, at Sandoyartunnilin fer at kosta 700 milliónir. – vitandi um, at hesin saktans kann koma at kosta 100-300 milliónir meir. Hvussu ávirkar hetta føroyska skattgjaldaran, um verkætlanin fer at kosta eitt nú 200 milliónir meira?

Rentan

Tit hava ásett rentuna til 3% tey næstu 30 árini. Hugsa tit, at landið kann læna áleið 2 milliardir til 3% fastfrysta rentu í 30 ár, ella meta tit, at metlága rentan fer at halda sær her altíð?

Hvørja ávirkan tað fær á landskassan, um rentan fer upp á t.d. 6% um nøkur ár.

Vænta tit, at tað fer at ávirka kredittmetingina hjá Moodys, um landskassin fer at læna einar 2 milliardir afturat (sum gott kann blíva til 2,5 milliardir), og hvussu hetta so kemur at ávirka rentuna á hinum 4,5 milliardunum, sum landið longu skyldar?

Er meirkostnaðurin av hesum lánunum tikin við í útrokningarnar?

Rakstrarútreiðslur

Tit hava mett rakstrarútreiðslurnar til góðar 8 milliónir fyri hvønn tunnil, og eg hetta helst tað sum landsverk metir raksturin av sjálvum tunnlinum at verða. Afturat hesum kemur so fyrisiting, innkrevjing og trygging, og meti eg, at hesar útreiðslur lættliga kunnu hava við sær, at mettu rakstrarútreiðslurnar minst tvífaldast.

Hava tit í uppskotinum titkið hædd fyri øðrum rakstrarútreiðslum – so sum fyrisiting, innkrevjing og trygging?

Um so er, at tit ikki hava tikið hædd fyri hesum útreiðslum – hvussu nógv meta tit hesar at verða, og hvussu hetta at ávirka váðan hjá føroyska skattgjaldarunum?

Ferðslumetingar

Kann tað hugsast, at ferðslan komandi árini fer at minka, t.d. vegna dýrkandi oljuprísir, manglandi parkeringspláss í Tórshavn ella bíligari og betri bussleið til Klaksvíkar?

Privat felag

Tað hevur verið ført fram av nógvum, at tá eitt privat felag er sinnað at gera íløguna, so er tað tí, at hon heilt vist er eitt gullegg, sum heilt vist fer at kasta sera nógv av sær. Og at sjálvsagt er eingin váði, tá eitt privat felag er áhuga.

Um uppskotsstillarnir eru samdir við hesum, vil eg spyrja tey, um tey kenna nakað privat felag (ella pensiónsgrunn), sum hevur feilmett nakra íløgu og hevur mist pening av henni?

Samanbering við Vága- og Norðoyatunnilin

Tað hevur verið ført fram av fleiri, at tá Vága- og Norðoyatunnilin hava megna at forrenta síni lán, so sjálvsagt megnar Skálafjarðartunnilin tað eisini. Her vil eg vísa á, at hesir báðir tunnlarnir bert eru lutvíst fíggjaðir av brúkarunum (lánum) – størra helvtin av íløgunum var jú goldin av landskassanum. Vil vísa á, at brúkararnir av Vágatunnlinum skuldu forrenta 160 milliónir, meðan tit nú meina at brúkararnir av Skálafjarðartunnlinum (og Sandoyartunnlinum) skulu forrenta um 2 milliardir.

Er tað rætt, tá ført verður fram, at av tí, at hinir tunnlarnir megnaðu at gjalda síni lán aftur, so er tað eitt prógv um, at vit eisini klára tað hesaferð?

Politisk undirtøka

Higartil hevur tað víst seg, at tá privat ynskja at byggja Skálafjarðartunnilin, verður hetta slept, tí at tað er betri, at hann verður bygdur alment. Og tá tað almenna skal byggja hann, verður ført fram, at tað er betri at hann verður bygdur privat. Tískil er einki hent enn, hóast tað eru nógv ár síðan man byrjaði at tosa um hann.

Trúgva tit, at tað fæst politisk undirtøka fyri at byggja tunnilin alment? Hvussu koma tykkara flokkar at atkvøða fyri hesum uppskotinum?

Kann úrsliti av hesum uppskotinum verða, at tunnilin als ikki verður gjørdur – hvørki alment ella privat?

Ósannindi

Tit skriva í uppskotinum, at privata felagið skal hava 9,8% í avkast. Vita tit nakað um, at felagið hevur fingið garantera eitt minimumsavkast? Sjálvur havi eg fingið váttan fyri tí mótsætta.

Tit skriva somuleiðis, at Skálafjarðartunnilin kemur at kosta 69 krónur hvønn veg við privata felagnum. Vænta tit veruliga, at privata felagið ætlar at taka 69 krónur hvønn vegin?

Um felagið ikki megnar at halda sínar skyldur

Um okkurt av niðanfyristandandi hendir, og felagið ikki megnar at gjalda sínar skyldur við brúkaragjøldum, hugsa tit so at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu halda áfram við at gjalda eftir at teir eru útgoldnir, ella hugsa tit at skattgjaldarin skal gjalda via Landskassan?

- Tunnlarnar koma at kostar 2,5 milliardir (heldur enn 1,7 milliardir sum tit meta)

- Raksturin verður meir enn tvífalt so høgur sum metingarnar

 - Rentan ikki verður verandi metlág

- Ferðslan av eini hvørji grund ikki verður so høg sum metingarnar vísa.

Niðurstøða

Kostnað-nyttu kanningar vísa, at sjálvt við nýtslugjøldum, gevur Skálafjarðartunnilin eitt nyttuvirðið fyri samfelagið á meir enn 100 milliónir árliga. Tí kann eg gott taka undir við at tað almenna byggir hann – og kanska fer tað enntá at vísa seg, at hann fer at geva avkast til Landskassan, sum síðan kann verða brúkt aftur – samfelagnum til góðar.

Eri tó av tí fatan, at um eitt útlendskt felag er sinnað at byggja og reka tunnilin, taka á seg allan váðan, og afturfyri bert krevja brúkaragjøld frá brúkarunum – so ljóðar hetta sum skilabesta og minst váðafulla loysnin fyri føroyska skattgjaldaran.

Reimund Langgaard

Tingmaður hjá Sambandsflokkinum