Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

155 teljarar eru settir í starv í 4 vikur. Fyrst at bera spurnabløðini út og siðani at savna tey innaftur.

Spurnabløðini verða nú borin út

Fólkateljingin 2011 er nú farin í gongd.

Í hesi vikuni bera teljarar hjá Manntal spurnabløð út í hvør hús í landinum.

Teljidagurin er 11. november 2011.

Í tíðarskeiðnum til 1. desember koma teljararnir aftur eftir spurnabløðunum.

155 teljarar eru settir í starv í 4 vikur. Landið er býtt upp í 17 teljidømi við hvør sínum dømisleiðara.

Í Føroyum eru umleið 19.000 húski, sum í hesum døgum fáa spurnabløð borin út. Eisini felgabýli, eitt nú røktarheim, sambýli o.l. fáa vitjan av einum teljara. Tey, ið hava brúk fyri vegleiðing ella hjálp kunnu venda sær til Snarlinjuna á tel. 80 2011.

Eisini ber til at leita sær vegleiðing á heimasíðuni www.manntal.fo. Á heimasíðuni eru allir spurningar lisnir upp, so tey ið hava lesitrupulleikar kunnu hoyra spurningarnar og vegleiðingina, ið er knýtt til hvønn spurning.