Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spurnabløðini komin innaftur

Innsavningin av spurnabløðunum til fólkateljingin hevur gingið sera væl. Higartil eru yvir 98 prosent av spurnabløðunum savnaði inn.

Í fyrst lagi vóru næstan 19.000 spurnabløð borin til hvørt húski og eftir 11. november hava teljararnir vitjað aftur og savnað spurnabløðini inn.

Arbeiðið at savna inn hevur gingið væl, men sjálvandi hevur ikki borið til at hitt øll, men nú innsavningartíðarskeiðið er lokið eru bert nøkur fá spurnabløð, sum ikki eru komin inn.

Í summum førum hevur ikki eyðnast at vitja húskini, meðan tey vóru heima og í nøkrum førum hava fólk verið burturstødd og komin aftur seinni. Nøkur - eini 130 persónar - hava sýtt fyri at svara spurnablaðnum.

Sjálvt um teljararnir ikki longur savna inn, so verður tikið móti spurnabløðum til 1. mars 2012.

Tey, sum hava spurnabløð, ið ikki eru latin inn, kunnu ringja 80 2011 og boðað frá.

Innlesing av spurnabløðum

Fyrr í hesum mánaðinum var farið undir innlesingina av spurnabløðunum. Hetta er drúgvt arbeiði og verður vænandi liðugt í mars-apríl næsta ár. Síðani skal tilfarið viðgerast og gjøgnumgangast, so tað er klárt at brúka til hagtøl.

Vit vóna at fyrstu úrslitini kunnu almannakunngerast í seinnu helvt av 2012.