Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spulaði barn og dýr við kókandi vatni

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hóast myndugleikar, Barnavernd, Almannastova, Ríkisumboðið, løgregla, skúli og rættarskipan, kenna til misbrúk av øllum handa slagi í familjuni, so er tað, sum at langa í eina dýnu hjá teimum, ið royna at steðga hesum gallskapinum, sum bara sleppur at halda fram, tí tveir grísar ynskja at útliva eitt sjúkligt lív, sum teir sjálvir bera víðari frá forfedrunum, har øll vita men ongin torir.

Nú er versonurin partur av áganginum, og legði eisini av at drekka fyri ikki at missa tamarhaldið og allar bóltarnar úr eygsjón, hann sjálvur kastar upp í luftina.

Í hesari greinini fara vit at lýsa hvussu familjan upplivir misbrúkarnar, hvørji vápn teir brúka, hvussu familjan verður psyka niður, og hvussu penir psykopatarnir eru úteftir, og hvussu fúlir teir eru tá umræður at halda fólki í strammum snóri.

Oyggjatíðindi hevur lisið fleiri hundrað skjøl í gjøgnum, og hevur havt langar samrøður við keldur, sum standa málinum nær. Hetta hevur ført til eina óhugnaliga mynd av einum óhugnaligum familjumynstri.

Lesið alt um hesa avdúking í blaðnum frá fríggjadegnum 14. januar 2011, sum fæst til keyps í søluskipan okkara fyri kr. 7,50.