Sprongt verður á Glyvrum í dag
Í sambandi við at bátahylurin á Glyvrum verður dýptur verður sprongt í dag, 24. mars um 3-tíðina seinrapartin.
Í hesum sambandi verður heitt á allar bátaeigarar um at flyta bátarnar úr hylinum.
Tey, ið eiga gøgn á landi í økinum, verða eisini biðin um at taka fyrivarni fyri at sprongt verður, skrivar Runavíkar Havn á heimasíðuni.