Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spógvin er komin til Havnar

Mánadagin  kom Spógvin, sum skal røkja Hest- og Koltursleiðina, inn á Havnina. Spógvin er pussaður innan og uttan, og eisini er nýggj bátabrúgv gjørd. Enn manglar bara smávegis klárgering, og báturin er væntandi klárur at sigla í komandi viku. 

Strandferðslan skrivaði undir keypssáttmála av ferðafólkabátinum fyri nøkrum vikum síðani, og Spógvin fer at sigla á Hest- og Koltursleiðini burturav.