Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spískamarið aftur á skíggjan

Í heyst verður ”Spískamarið” aftur á skíggjanum hjá Kringvarpinum við 6 spildurnýggjum matsendingum. Vertur og kokkur, Gutti Winther, hevur vitjað seks nýggjar oyggjar og gleðir seg at vísa føroya fólki allar tær framúr góðu rávørurnar, sum okkara klettar hava at bjóða uppá.

Saman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur, hvussu man einfalt kann fáa nakað øðrvísi burtur úr føroyskum mati. Matur, fólk og náttura – tað er sonn matgleði, tað er Spískamarið, vælkomin!

Fyrsta sending kemurhóskvøldið 3. okt., og tá gongur leiðin til Skúvoyar, har Gutti fer í læru sum bakkamaður og rænir havhestaegg. Eisini gongur Gutti skúvoyarbygd upp og niður, har hann hittir bygdarfólkið og heintar sær ymiskar urtir og grønmeti. Ævintýrið endar úti í Fagradali við eini eggjakøku framleidd av tí besta, ið Skúvoy hevur at bjóða uppá.

Lagt til rættis hava: Gutti Winther & Pætur Marjunarson Dahl