Spillivatnsarbeiðið komið væl í gongd
Arbeiðini í Bøgøtu og undir Hæddini eru um at verða fingin frá hondini, og týsdagin 28. februar 2012 skrivaðu kommunan og Norðhús undir sáttmála fyri arbeiðið, sum skal gerast í Vágsheygsgøtu og Fosságøtu.
Arbeiðið at fremja spillivatnsætlan kommununnar er av álvara byrjað, og hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at seta av 8,5 mió. kr. um árið til hetta endamál tey komandi árini til og við ár 2020.
Endamálið við spillivatnsætlanini, sum er undir eftirliti av Umhvørvisstovuni, er at dagføra allar spillivatns- og kloakkleiðingar samsvarandi galdandi lógarkrøvum, soleiðis at áir, vøtn, fjøra, sandur og umhvørvið sum heild verður dálkað minst møguliga.
Hanna Dalsenni, umhvørvissamskipari kommununnar, upplýsir, at kommunan er byrjað við vestara armi.
- Vit byrja við at taka alt, sum munnar út í Ósánna, og miða vit ímóti at verða liðug við vestaru síðu við endan á hesum árinum.
- Lagt er upp til, at henda stóra verktætlan verður projekterað og framd í smáum eindum. Tey bæði fyrstu arbeiðini eru um at verða liðug. Talan er um eitt arbeiði í Bøgøtu og eitt undir Hæddini, sigur Hanna Dalsenni.
Týsdagin 28. februar 2012 skrivaðu kommunan og Norðhús undir arbeiðssáttmála fyri arbeiðið, sum skal gerast í Vágsheygsgøtu og Fosságøtu, og í næstum verða avtalur eisini undirskrivaðar við Byggifelagið Kanjon fyri arbeiðini í Uppsalagøta/Karlsvegur og Bøgøta/Mýrivegur.
Tað er Pf. Sofus M. Jakobsen, Ráðgevandi Verkfrøðingar, ið hevur projekterað arbeiðini og hevur eftirlit.
- Tá ið so stór og umfatandi arbeiði eru ígongd í býnum, umgongst tað ikki, at ta sæst aftur og merkist í býnum, ásannar Hanna Dalsenni.
- Men vit vóna og royna at skipa so fyri, at tað í so lítlan mun sum gjørligt skal forða ferðsluni.
Kelda: www.klaksvik.fo