Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi útlit á Argjum

Komandi brúgvin um Sandá er eitt týðandi býarskipanarligt stig at menna Argir og at sjóða saman búsetingarnar báðumegin ánna.

Jógvan Arge,

býrráðslimur fyri Tjóðveldi

Tá ið brúgvin um smá tvey ár kemur yvir um ánna úr Marknagilsvegnum í Reynsgøtu, verða ferðslutrongarnir á Argjum ikki teir somu knútarnir, sum teir hava verið nú í fleiri ár.

Tað verður lagaligari at koma bæði til og frá Argjum og Argjahamri. Tann ovari og innari parturin fara í mesta mun at brúka ta nýggju brúnna, meðan tær gomlu Argir fara at brúka ta gomlu brúnna.

Hetta verður fjórða brúgvin á Argjum um Sandá. Tann fyrsta varð liðug í 1835, onnur í 1920unum, og tann, sum vit brúka í dag, er um 40 ára gomul.

Hetta brúgvasamband hevur havt so stóran týdning fyri argjafólk, at tey hava lagt seg eftir at varðveita grótlaðingar úr teimum báðum elstu brúnum. Tær hava verið á mestsum sama stað, og leivdirnar eru sjónligar.

Menningin heldur fram

At fáa skil á hesum týðandi partinum av ferðslumynstrinum á Argjum letur upp fyri øðrum møguleikum á Argjum. Við útlitinum til ta nýggju brúnna hava vit møguleikan at skipa Argir og Argjahamar í eina góða burðardygga heild saman við Havnini.

Vit mugu rokna við, at fólk javnt og samt fara at búseta seg undir Kongavarða og aðrastaðni á Argjahamri tey komandi árini. Tí er umráðandi at liggja á takinum og fyrireika tey tilboð, sum nútíðar samfelagið krevur. Nógv er komið á skafti hesi seinastu árini við eitt nú vegasambandi, dagstovnum og skúla.

Inni í Vika eru skaptir góðir møguleikar at íðka fótbólt og hyggja at fótbólti við dagførdum fótbóltsvølli, spildurnýggjum áskoðaraskýli við møguleika fyri felags- og umklæðingarrúmum inni undir, men tíðin stendur ikki í stað, og tí stendur meir enn so okkurt í bíðirøð enn.

Parkering og ítróttarhøll

Parkeringsviðurskiftini kundu verið betri hjá fólki, sum koma at venja og spæla og serliga at hyggja at dystum.

Nakað varð eitt árið herfyri gjørt fyri at rúmka um parkeringsplássini niðan fyri vøllin, men enn stendur stórur partur av bilunum á alfaraveg í tronganum kring svingið framman fyri vøllin – helst til ampa fyri grannalagið.

Argja Bóltfelag stevnir aftur nú móti bestu fótbóltsdeildina. Eitt pláss har dregur stóra ákoðarafjøld til heimadystirnar.

Kanska kann Argja Bóltfelag sjálvt greiða hetta málið nakaðlangt, men gerst tað ikki, so eru neyvan onnur ráð enn, at kommunan so ella so syrgir fyri nøktandi parkeringsplássum við vøllin, tí vit kunna ikki láta sum onki mótvegis grannalagnum, sum eisini skal virka.

Saman við neyðugum dagførdum møguleikum at seta bilarnar frá sær, kunnu onnur hugalig framtíðarútlit vera. Víst kann í hesum viðfangi verða á mítt gamla uppskot um eina høll til hondbólt og aðrar ítróttagreinir í nánd av núverandi ítróttarøki.

Ber tað til at fáa hesar ætlanir í lag, so hava Argir og Tórshavnar kommuna eitt framkomið frítíðar- og ítróttatilboð til sínar smáu sum stóru borgarar har, og tað verður upp aftur betri at liva og virka á Argjum.

---