Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi skrá fyri orkuráðstevnuna - Frá olju til vind

Á orkuráðstevnuni, sum Sambandsflokkurin skipar fyri tann 7. apríl, á Østrøm, verða tvey høvuðsevni tikin upp. Tað fyrsta er, hvussu vit fáa framleitt meira vindorku og tað næsta er, hvussu vit liberalisera elmarknaðin
 
Fyrsta høvuðsevnið snýr seg um tær stóru avbjóðingarnar og serligu tøkniligu loysnirnar, sum skulu til, fyri at framleiða nógva vindorku inn á eitt lítið elnet sum tað føroyska.
 
Hetta evnið verður viðgjørt av:
 
- Peter Jørgensen, frá Energinet.dk, sum fer at røða um innførslu av vindorku í Danmark og ES
- Vilhjálmur Nielsen, orkuserfrøðingur, sum fer at viðgera serligu føroysku avbjóðingar at innføra vindorku í Føroyum
- Terji Nielsen, frá SEV, fer at greiða frá "Grønu kósini"
- Hendrik Egholm og Finn Jacobsen, frá Magn, hvussu langt eru vit komin við at innføra varandi orku og hvørji stig eru neyðug
- Jóhan í Niðristovu, frá Røkt, sum fer at tosa um goymslu av varandi orku við Pumped-Storage
- Thormann Kruse, frá VITorka, fer at viðgera vindorku til upphiting og termiskar goymslur
 
Næsta høvuðsevnið snýr seg um, hvussu vit liberalisera el-marknaðin við einari marknaðargrundaðari skipan, sum tryggjar vinnuliga drívmegi, nýskapan og lágar prísir.
 
Hetta evnið verður viðgjørt av:
 
- Lars Christian Lilleholt, danski orkuráðharrin, sum fer at røða um orkupolitikk í Danmark og ES
- Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at greiða frá orkupolitikki landsstýrisins
- Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, fer at greiða frá orkupolitikki Sambandsfloksins
 
Ráðstevnan endar við einum panelkjaki um, hvussu vit náa politiska málsetninginum um grøna orku og hvussu vit skipa ein orkumarknað.
 
Orkuráðstevnan verður, fríggjadagin tann 7. apríl 2017, í Tórshavn - á Østrøm, kl. 09.30-15.30.
 
Bjóðaður verður frokostur, kl. 12.00-13.00.
 
Ráðstevnan er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.
 
Les meira: Skrá fyri orkuráðstevnu: http://samband.fo/Files/Billeder/Ráðstevnur/2017.04.07%20Skrá_%20Ráðstevna%20um%20grøna%20orku.pdf
Les meira: Danski orkumálaráðharrin á orkuráðstevnu í Føroyum: http://www.samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1396&M=NewsV2&PID=555
Les meira: Magni Laksáfoss greiðir frá um orkuráðstevnuna: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1394&M=NewsV2&PID=555
Les meira: Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1392&M=NewsV2&PID=555
Les meira: Orkuráðstevna - Frá olju til vind: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1387&M=NewsV2&PID=555