Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi rundferð í Norðursælandi

Umboðini fyri Tórshavnar kommunu løgdu í gjár fyri við at vitja Allerød Kommunu, har borgarstjórin við embætisfólki sínum tók væl ímóti gestunum. Endamálið við hesi vitjanini var at hoyra um, hvussu Allerød sum ein sera nýghugsandi kommuna hevur skipað bæði innkeyp og útboð av vørum og tænastum við denti á optimera útboðini í samstarvi við aðrar kommunur, og samstundis at skapa gjøgnumskygni í allar mannagongdir.

Føroysku gestirnir fingu eisini neyva frágreiðing um, hvussu Allerød kommuna fíggjar tær stóru útbyggingarnar á bústaðarøkinum. Kommunan roynir at minimera íløgurnar á hesum øki við í beinleiðis kapping at selja jørðina til entreprenørar, sum síðan kappast um at gera økini byggibúgvin og at byggja bústaðir.

Aftaná varð vitjað í Rudersdal kommunu, har luttakararnir sóu eina spennandi framløgu um bæði barna- og ungdómsøkið og eldraøkið. Henda kommunan er kend fyri eina væl gjøgnumførda og smidliga strukturering av barnaansingini, har økið er býtt út á stórar stovnar við bæði økisleiðslu og pedagogiskari leiðslu.

Rudersdal kommuna er eisini millum tær fremstu innan endurvenjing, rehabilitering, og at veita grundleggjandi tænastur í heiminum, so tey elstu liva væl og verða búgvandi heima longst møguligt. Fakliga eru allar tænastur optimeraðar og sera áhugavert var hjá føroyska ferðalagnum at hoyra - nú eldraøkið skal yvirtakast av kommununum her heima - hvussu væl ymsar alternativar loysnir royndust á økinum.