Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi nøvn á gallakonsert í Hovi

Tíðindastubbi:

Stanley Samuelsen verður eitt av høvuðsnøvnunum, sum fer at spæla á stórari og stásiligari gallakonsert, sum FC Suðuroy skipar fyri í skúladeplinum í Hovi leygardagin 24. november.

- Mær dámar serstakliga væl at spæla í Suðuroy, sigur Stanley Samuelsen. - Suðringar hava altíð tikið serliga væl ímóti mær, so eg gleði meg at koma og spæla fyri teimum aftur.

Í 60'unum spældi hann í Suðuroy saman við væl umtókta Fuglafjarðarbólkinum Silly Boys. Síðani hevur hann spælt bæði á Seglloftinum og í Stóra Pakkhúsi sum solistur og eisini saman við Trio Acoustica. Seinast, hann spældi í Suðuroy, var í fjør. Spurdur um, hvat áhoyrararnir kunnu vænta sær at hoyra hesaferð, svarar Stanley: - Tað fari eg ikki at avdúka her, men tað verður heilt víst okkurt, sum fólk verða glað fyri at hoyra.

Fjølbroytt skrá

Onnur nøvn, sum verða at hoyra hetta kvøldið í Hovi, verða Lív Næs, Brandur Enni, Evi Tausen, Elin Brimheim Heinesen, Hjalmar Magnussen og Barnakórið hjá Frelsunarherinum í Vági.

Hurðarnar lata upp kl. 18. og lagt er upp til eitt sera stásiligt kvøld, har tað t.d. ber til at bíleggja limousine at koyra seg til tiltakið. Reyði leyparin tekur ímóti gestunum, og myndir verða tiknar, tá fólk koma inn. Framsýning verður eisini við ymsum sýnislutum, m.a. málningum eftir Jákup Hjaltalin. Borðreitt verður m.a. við sjampanju og kransakøku.

Á heimasíðuni hjá FC Suðuroy ber til at lesa meira um, hvat hendir á hesum forkunnuga tiltaki, og hvussu ein kann útvega sær atgongumerki og limousine-tænastu.

Fyriskipari fyri FC Suðuroy er Fimmboði Lisberg, T-postur: fl@kelduvatn.fo