Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur munur er á dagligu tíðindunum um amerikonsk viðurskifti í Evropa – og so at hoyra amerikanarar sjálvar greiða frá. Tað má ásannast, nú veruliga er farið undir skránna hjá parlamentarikarabólkinum, sum vitjar USA í sambandi við ársaðalfundin hjá ST. Í bólkinum eru 8 parlamentarikarar úr Danmark, ein úr Grønlandi og ein úr Føroyum. 

Mikudagin seinnapart komu vit til Dulles International Airport, har fólk frá ambassaduni tóku ímóti og vit vórðu flutt á The Graham Georgetown-hotellið. Í gjár, hósdagin, varð so farið undir umfatandi skrá, sum byrjaði við fyrilestri hjá danska ambassadørinum Lars Gert Lose á ambassaduni.
 
Eftaná hittu vit ráðgevan í Global Environment Facility, Claus Pram Astrup, sum greiddi frá um hvønn týdning tað hevði, at stovnurin rakk settu umhvørvismálini. Aftaná fingu vit eina frágreiðing um, hvussu amerikanska valskipanin er samansett.
 
Seinnapartin hósdagin høvdu vit fund við Anne Witowsky, sum er skrivari hjá Defense for Stability & Humanitarian Affairs, har hon greiddi frá hvussu amerikanarar uppfata ST og arbeiðið hjá ST. Anne Witowsky greiddi eisini frá aktuellum málum, eitt nú stríðnum móti ISIL, stríðnum í Miðeystri og um nýggja samstarvið við Russland.
 
Aftaná fingu vit rundvísing í verjumálaráðnum í Pentagon. Pentagon er heimsins størsti skrivstovubygningur. Har starvast 26.000 fólk. Undir verjumálaráðnum starvast 700 túsund sivil og 1,4 miljón fólk militert.

Nú er fríggjamorgun her, og ein spennandi arbeiðsdagur fyri framman. 

Heðin Mortensen 
løgtingsmaður


Ongar myndir kundi leggjast út. Vit hava gjørt vart við hetta hjá útbjóðara, men tíverri er tað ikki fyrstu ferð.