Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2015

Møguleiki verður at hoyra tríggir áhugaverdar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum hin 25. september.

Kristin Skogen Lund hevur sitið í stjórasessinum í norska arbeiðsgevarafelagnum Næringslivets Hovedorganisasjon (NHO) síðani 2012. Kristin hevur drúgvar royndir frá norska vinnulívinum, og hevur tey seinastu 20 árini sitið í leiðsluni fyri fyritøkur sum Coca-Cola Norge og Telenor. Á Vinnudegnum fer Kristin at tosa um tær avbjóðingar sum norskar fyritøkur, vinnan og almenni geirin virkar undir. Hon hevur áður tosa alment um, at tørvur verður at gera umskipanir og tillaðingar í Noregi, tí at treytirnar fyri eitt nú oljuvinnuni broytast. Eisini fer Kristin at tosa um, hvat vit í Føroyum kunnu læra av Noregi, og hvørjar framtíðar tillagingar mugu til innan oljuvinnuna.

Jesper Bo Jensen er PhD í stjórnmálafrøði og hevur undirvíst og arbeitt við strategiskari planlegging og hagfrøði. Jesper fer á Vinnudegnum at tosa um, hvussu fólkasamansetingin útviklast komandi 10 árini, og hvønn týdning hetta fær fyri arbeiðsmarknaðin. Jesper hevur granskað innan komandi ættlarlið, og hann fer at geva av síni vitan um tey krøv, komandi ættarlið setur, og hvussu fyritøkur kunnu skapa eitt attraktivt arbeiðsumhvørvi.

Rúnar Reistup hevur arbeitt í Føroyum og uttanlands. Í 2014 gjørdist Rúnar stjóri í Depop, sum er ein “tøknifyritøka” við høvuðssæti í London. Rúnar hevur arbeitt við at koma inná nýggjar marknaðir, og Depop hevur nú opnað deild í USA og Milano. Rúnar fer at greiða frá sínum royndum, og hvat skal til fyri at stovna eina tøkniliga fyritøku. Hann fer at hugsavna seg um tann føroyska marknaðin og teir møguleikar, sum eru í Føroyum fyri at seta nýggj hugskot og fyritøkur í verk.