Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndir frá Facebook-síðuni hjá Virgar

Spennandi ferd til tad undurfagra Schwarzwald i horninum móti Frankaríki og Schweiz

Sjálv ferðin verður tann 2. september kl. 06.00 frá Sjælør statión í Kjøpinhavn.

Vit koyra fyrsta dagin til tann verðinsgitna universitetsbýin, Gøttingen, har teir allarbestu og kønastu natúrvitskapsmenn hava hildið til, serliga matematikarar við  Friedrich Gauss á odda.

Har búgva vit  á hotel FREIgast.

Annan dagin koyra vit til  tað industriella og kulturella hjartað í statinum Baden Würtenberg, Stuttgart, har vit búgva á Hotel ACHAT, Stuttgart Zuffenhausen.

Triðja dagin (4/9) koma vit til Bahlingen am Kaiserstuhl, har  okkara hotell  Landgasthof sum Lamm liggur í  tí fagra Schwarzwald.

Har búgva vit í fýra nætur.

Síðsta dagin tann 8/9 búgva vit aftur í Stuttgart á hotel Achat. (Hetta kann kanska verða broytt, men prísurin verður ikki broyttur).

Samlaði prísurin fyri hesar 7 gistingar verður 8.598 kr pro persona

Íroknað er bæði morgunmatur og døgurði við trimum rættum hvønn dag,

Orsøkin til henda prísin  er, bæði hækkandi gistingar, bussgjald og  inflatiónsgjald  generelt.

Eg var bangin fyri, at vit komu upp um 9000 kr, men tað lukkaðist at koma nakað undir.

Eg hopi, at tit fara út og agitera fyri, at onnur koma við, so túrurin kann realiserast.

Tit fáa sjálvandi eina dagsskrá seinni í summar um hvat skal henda hvønn ferðadagin.

Boðið vinarligast øllum, tit kenna, frá ferðini og latið meg frætta frá tykkum, sum skjótast!

Mítt mail er  vird@live.dk  og tlf er  30364175.