Sparingar og effektiviseringar á SEV
Sum ásett í ætlan felagsins fyri 2012, sum bleiv viðtikin á eykaaðalfundi tann 19. desember í fjør, skal felagið spara 10 mió.kr. í rakstrinum í 2012.
Fyri at røkka hesum málið hevur leiðslan mett um, hvørjar uppgávur kunnu umskipast, hvørjar kunnu útsetast, og hvørjar kunnu niðurleggjast. Herumframt hvussu málið í aðrar mátar við at minka um ætlaða hallið í rakstrinum fyri 2012, kann røkkast.
Tað hevur fyrst og fremst verið hugt eftir, hvussu sparast kann uttan at siga fólk úr starvi, men tíverri slepst ikki undan at siga starvsfólkum upp.
Vit hava í dag handað ætlanarskriv til tey starvsfólk, sum onkursvegna blíva ávirkað av møguligum uppsagnum. Hesi eru 9 í tali.
Eftir ætlanini fevna broytingarnar um samskiftisdeildina, verkfrøðingadeildina, debitorbókhaldið, móttøkuna, reingerð, kundamóttøkur í Vestmanna og í Klaksvík og rakstrardeildina.
At minka um bústaðir okkara gevur beinleiðis sparingar, og hava vit tí avgjørt at selja 3 bygningar, ein í Miðvági, ein við Streymin og ein í Vági. Eisini hava vit ætlanir um at siga upp tvey leigumál annað í Vestmanna og hitt í Klaksvík. Hetta merkir samstundis, at kundamóttøkan á teimum báðum støðunum heldur uppat.
Samstundis, sum ætlanin er at fremja broytingar á teimum ymisku deildunum, verða ymiskar rakstraruppgávur útsettar og gevur hetta eina minni útreiðslu uppá einar 4,0 mió.kr. í 2012.
Eisini hava vit samráðst um nýggjar treytir við ymiskar veitarar. Hetta gevur eina sparing á uml. 1,0 mió.kr. í 2012.
Við sølu av einstøkum ognum, afturlatan av kundamóttøkum , uppsagnum av starvsfólki, nýggjum treytum frá veitarum og útsetan av og niðurskurði í rakstraruppgávum vil felagið kunna røkka málinum at minka um ætlaða hallið í 2012 við 10 mió.kr.
Tórshavn tann 30. januar 2012
Hákun Djurhuus, stjóri
Kelda: www.sev.fo