Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spanska sambandið var avgerandi

Í blaðnum mikudagin lýstu vit collagenframleiðsluna á Eiði. Í dag seta vit eisini andlit á samstarvsfelagarnar úr Banyoles í Spania. Ein orsøk til samstarvið var eisini, at Jonhard Eysturskarð – ger phd verkætlan í collagen/gelatine í Noregi. Hann hevði verið á vitjan hjá sponsku fyritøkuni, Juncka, og Seanergy hevði tí upplýsingarnar um teir, skrivaði Oyggjatíðindi 24. Apríl 2009, í hesi afturlítandi grein, ið varð skrivað áðrenn prosjektið koppaði av heimskreppuni:

Hjørdis Klein, var tá, í apríl 2009 undir lestri, og var í praktikktíðini bindilið millum Eiði og sponsku samstarvsfyritøkuna, og skrivaði eisini ritgerð um evnið. Hon gjørdist kanditatur í 2013, og í dag býr og arbeiðir hon í Odense.

Greinin frá 24. Apríl 2009:

Collagen-pulvurið er ikki bara styrkjandi heilsukostur, men verður eisini brúkt kosmetiskt, tí har kroppurin ikki orkar at halda rukkunum aftur, kann ein Collagen-viðgerð koma kroppinum til hjálpar, og forða rukkunum at gerast sjónligar. Og hvør vil ikki sleppa undan einum rukkulívi?

Men frá upsaskræðuni til eina lidna vøru, er lang leið. Her hevur verið talan um vinnulívsgransking á høgum støði, sum eisini hevur fingið stuðul úr Nora, Vinnuframagrunninum og FMB . Hendan verkætlan kostaði sostatt 1,2 millión kr.

Men hóast granskingarstuðulin er sera góður at fáa, er talan um ein dropað í havið. Prosjektið var sett til at kosta 10 milliónir, men helst kostar tað nakað meira tá avtornar.

Stovnararnir av P/f Seanergy eru føroyska íløgufelagið Biotech Invest (50 %) og spanska felagið Junca Gelatines, SLU (50 %). Størstu partaeigararnir í Biotech Invest eru Eik Grunnurin (40 %), P/f Suðringur (20 %) og P/f Faroe Marine Biotech (13 %).

Men tað, sum hevur havt stóran týdning er, at tað hava verið tey røttu fólkini, ið hava ment collagen-framleiðsluna – fleiri dugnaligir phd-granskarar, og hetta hevur verið gjørt við tøttum samstarvi við sponsku fyritøkuna Junca Gelatines.

Men phd´lærdómurin ber ikki øllum. Absalon Wolles, hevur verið við heilt frá byrjan. Hann er cand.mag í ráðari styrki og tekniskari vitan, er fryntligur, dugnaligur og skemtingarsamur. Men mest av øllum er hann raskur og eigur sín stóra lut í menningini av virkinum.

Men hvar ólukkan koma so spaniólarnir frá, spurdu vit Eyðun Gaardbo, stjóra í Seanergy.

Hann svarar, at tað var tilvildin, at júst spaniólar endaðu á Eiði.

- Ein orsøk til, at vit fingu fatur á Junca var eisini tí, at Jonhard Eysturskarð – ger phd verkætlan í collagen/gelatine í Noregi. Hann hevði verið á vitjan hjá teimum, og vit høvdu tí upplýsingarnar um teir. Vit spurdu eisini onnur í Europa, men Miquel reageraði beinanvegin, vísir Eyðun Gaardbo á.** Spanska sambandi var avgerandi...

Spaniólar høvdu leingið verið til reiðar

Tað hevur verið eitt tógvið stríð at koma á mál við collagen framleiðsluni á Eiði...

- Spaniólar høvdu arbeitt við júst somu ætlanum 2 ár frammanundan í Íslandi, men tær ætlanirnar steðgaðu upp fyribils – tí passaðu okkara ætlanir soaniólum, sum fótur í hosu, sigur Eyðun Gaardbo, stjóri.

Spanska familju-fyritøkan, ið er frá 1947, var heilt tann rætta, tí har framleiddu tey eisini collagen, men úr grísahúð. Har vóru tey beinanvegin áhugaði í framleiðsluni, ið skuldi byggja á fiskaskræðu, sigur Eyðun Gaardbo.

Eyðun Gaardbo vísir eisini á, at hann ivast í um tey vóru komin nakran veg, funnu tey ikki tann rætta samstarvsfelagan.

Samstarvi er ógvuliga tætt, og tað riggar avbera væl. Spanski stjórin Miquel Junca var í Føroyum um páskirnar, nú framleiðslan verður sett upp í gear, og er klár at senda út til asiatiska marknaðin.

Eyðun Gaardbo, dylur ikki fyri, at tað lætti um við samskiftinum millum Eiði og Spania, at Hjørdis, ið tosar flótandi spanskt, kom at gerast ein partur av virkseminum í tíðini, hon er í praktikk frá lestrinum í Edinburgh.

Tá tey har um leiðir eisini tosa katalanskt, hevur Hjørdis av sínum eintingum gingið á kvøldskúla at læra seg hetta mál.

Framleiðslan av collagen úr grísi, er ikki uttan trupulleikar, tí hesi dýrini fáa javnan eisini antibiotika í móti sjúkum, ið skal skiljast frá undir framleiðsluni av collagen.

- Tað er rættiliga stórur prísmunur at framleiða úr fiski og úr grísi. Fyri eitt kilo collagen úr grísi, fæst 6 evrur, men collagen úr fiski er prísurin 11 evrur fyri kilo (kr. 81,00). Hette er eisini ein reinari framleiðsla, og harvið eisini lættari at rættvísgera nakað høga prísin, halda tey á Eiði.

Afturlýtandi kann sigast, at tað fyri Senaergy var heppið, at Junca Gelatines (SLU) í Banyoles, longu tvey ár frammanundan, hevði byrjað samstarv við íslendingar, ið tó ikki bleiv til nakað, tá føroyingar so vístu áhugan, høvdu spaniólar leingið verið til reiðar.