Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SPÆLILAND Í KOMMUNUSKÚLANUM

Tórshavnar kommuna bjóðar nú fyritøkum at luttaka í kapping at umbyggja fimleikahallirnar í kommunuskúlanum til spæliland og at standa fyri at reka virksemið. 

 Fyri tíð síðani steðgaði virksemið í Tórshavnar kommunuskúla. Tórshavnar kommuna og Bústaðir eri í felag farin undir at umbyggja skúlan til ymisk endamál, soleiðis at hølini og komandi býarrúmini koma borgarunum til gagns. Ætlanin er at skapa eitt býarligt og urbant kveikjandi umhvørvi, ætlað til allar aldursbólkar í samfelagnum. 

 Bygningurin er lutvíst seldur til Bústaðir at umsita, og verður hann í hesum døgum umbygdur til at hýsa lestraríbúðum, umframt øðrum mentanarligum virksemi. Verandi fimleikahallir verða frámatrikulleraðar, og ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er at innrætta hallirnar til innandura spæliland. 

 Uppskotið skal gerast í mun til verandi karmar út frá viðheftu tekningunum og kravfestingunum, umframt at ástaðarfundur verður á staðnum. Viðmerkjast skal, at økið uttan um fimleikahallirnar ikki er partur av uppskotinum. Tíðarætlanin verður gjørd í samráð við Tórshavnar kommunu. 

 Lesið annars meira her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1491&NewsItemID=6776