Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sosialurin skert tað grundlógartryggjaða skrivifrælsi?

Heri Mohr hevur eina sera góða grein á vp.fo í dag við yvirskrivtini: Opið bræv til Eirik Lindenskov blaðstjóra, har hann stórliga harmast skerjingina av skrivifrælsinum í Sosialinum.

Eg skal bert viðmerkja, at Heri ikki er einsamallur, ið verður skerdur.

Gott hevði verið at frætt frá øðrum, ið verða vigaði á Eiriksa vekt og funnin ov løtt.

Tí okkurt týðir uppá, at bert tað, ið fremur blaðsøluna verður góðtikið sum borðbart.

Í tílíkari støðu mugu alt fleiri siga nei til at lata seg útnytta og/ella prostituera.

Og síðani kann syngjast við fríari og harðari rødd: ”Die Gedanken sind frei..........

Dagfinnur Danbjørg.