Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SOSIALPOLITIKKUR: Vælferðin hægstu raðfesting

Umrøðan av sosiala økinum seinastu tíðina

Tað hevur seinastu tíðina verið sett spurnartekin við, hvørt Sambandsflokkurin, sum er ein sosialt sinnaður flokkur, hevur gjørt nóg mikið fyri at víðarimenna sosialu økini í okkara samfelag og harvið vælferðartænasturnar. Tá tosað verður um vælferðartænastur ella tey bleytu virðini, so fevnir tað í hesum føri um Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál.

Hesi øki fevna hvørt sær vítt og peningurin verður býttur út á eina røð av endamálum, virksemisøkjum o.a. Ein sakligur háttur at undirbyggja og objektivt prógva hvørt samgongan og Sambandsflokkurin, sum partur av sama, hava latið meira peningaligt tilfeingið til hesi øki og harvið styrkt tey, er m.a. at vísa á tær útreiðslur, sum eru játtaðar síðan 2008, tá Sambandsflokkurin tók við landsins leiðslu.

Gongdin í sosialu útreiðslunum

Sambandsflokkurin hevur gjørt eina roknskapargreining og uppseting av útreiðslunum á sosiala økinum, sí talvunaum vøksturin í sosialu útreiðslunum.

Viðmerking: Heilsumál eru íroknað heilsutrygd

Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu koma rakstrarjáttanirnar til Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál at hækka tilsamans við heili 582 mió. kr., íroknað Heilsutrygd uppá 150 mió.kr.

Í 2009 vóru hesi øki 72,6% av rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini (frároknað løgur) og í 2015 verða hesi øki heili 79,6% av fíggjarlógini, eftir at vit seinastu árini hava uppraðfest hesi øki.

Vælferðarútreiðslurnar eru hækkaðar skjótari ella líka skjótt sum vøksturin í samlaðu útreiðslunum á fíggjarlógini fyri tíðarskeiðið 2009-FLU2015. Eitt greitt prógv um, at Sambandsflokkurin hevur verið við til at uppraðfesta og viðlíkahalda sosiala økið.

Harafturat koma løgur fyri nógvar hundraðtals milliónir til m.a. Skúladeplin við Marknagil og um- og útbyggingar av Landssjúkrahúsinum. Tilsamans verða fyri tíðarskeiðið 2008-2015 gjørdar íløgur fyri um leið 1,2 milliardir kr.á sosiala økinum.

Hetta eru sosial tøl, sum tala sítt greiða mál - les meira í hesari talvuni: http://www.samband.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fSkj%26oslash%3bl+til+leinkir+pdf%2f2014.10.14+Sos%26uacute%3btr.+sb..pdf

Sí mynd av nýggja landssjúkrahúsinum og Skúladepilin við Marknagilsvegin

Hvar eru útreiðsluhækkingarnar ítøkiliga brúktar til?

Hækkaðu játtanirnar eru brúktar til fylgjandi:

• Lønarhækkingar

• Betran av verandi tænastum og veitingum

• Nýggjar tænastur og veitingar

Sosialu tænasturnar eru nógv mentar seinastu árini, men tað hevur eisini havt við sær, at hetta økið er vorðið sera útreiðslukrevjandi, bæði tá talan er um rakstur, lógarbundnar útreiðslur og íløgur. Almenna vælferðarskipanin er av tí sama komin undir serligt trýst orsakað av hallinum á fíggjarlógini o.a.

Sambandsflokkurin kann vísa á nøkur av teimum málum, sum tey seinastu árini eru loyst ella sum arbeitt verður við á sosiala økinum:

Rakstur og tænastur

• Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt - nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað

• Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu

• Heildarætlan at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Heildarætlani verður víðka til eisini at fevna um fyribyrgjan av kynsligum ágangi og viðgerð av seinaárinum.

• Barnahús til børn, ið eru útsett fyri kynsligum, fysiskum og sálarligum harðskapi

• Barnaumboð sett á stovn - sambært kravi í ST barnarættindasáttmálanum

• Barnabati økta játtan til "Tú og eg ráðgevingina"

• Sorgarbólkurin Berin økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna.

• Stuðul til Fouintain Hús verkætlan, sum arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku

• Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum

• 250 tús. kr játtaðar til kvinnuhúsið til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving.

• Lóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

• Lóg um kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

• Lóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m verður løgt til kommunurnar at umsita

• Rehabilitering, endurmenningarstova sett á stovn í Eysturoynni

• 6,8 mió játtaðir til endurmenning á Almannaverkinum

• Dagtilboð til fólk við dements í Fuglafirði og Vági

• 15 mió.kr játtaðar eyka til eldraøkið í ár

• Virknis- og umlættingardepil á Sandi

• Ættleiðingarstuðulin hækkaður við 25 túsund upp til 100 túsund krónur

• Strika mótrokningina millum hjúnarfelagar fyri fólkapensjónistar, sum eru giftir við einum, sum ikki er fólkapensjónistur

• Álit "Ein hurð" endurskoðan av tilboðum til børn, ung og familjur við serligum tørvi

• Lóg um uppihald á stovni o.l. er strika, so fólk fáa pensjón og gjalda fyri tænastur, heldur enn at fáa lummapening

• Eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita frá 1. jan. 2015

Løgur og keyp av bygningum

• Depil til børn og ung við fjølbrekað, sum verður tikin í nýtslu í ár

• Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, sum standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum.

• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku, sum standa lidnar í ár

• Stuðul til røktarheims pláss í Vági, Klaksvík, Tórshavn og Vestmanna

• Stuðul til umvæling av røktarheiminum á Sýnuni

• Peningur er settur av á fíggjarlógini til ung við serligum avbjóðingum í Tórshavn

• Skúladepilin við Marknagil, Tórshavn

• Um- og útbyggingar av Landssjúkrahúsinum

• Um- og útbyggingar av Tekniska Skúlanum í Klaksvík

• Um- og útbygging á Kambsdali

Hetta prógvar svart uppá hvítt, at vælferðarøkið er eitt av Sambandsfloksins politisku hjartamálum.

Vit eiga altíð at raðfesta soleiðis og arbeiða fyri, at játtanirnar fara til tær kjarnutænastur, sum skulu veita borgarunum ein betri dagligdag, og har sum tørvur veruliga er á betringum. Tvs. at játtanirnar eiga at røkka heilt út til endabrúkaran, sum veruliga kann merkja tær betringar, sum verða gjørdar.

Hesi mál vórðu partur av tí, sum Sambandsflokkurin í valskránni gav lyfti um at loysa í hesum valskeiðnum.

Víðarimenning á sosiala økinum

Nú eldraøkið verður flutt til kommunurnar av umsita, vil ein og sami myndugleiki loysa uppgávurnar og eisini hava fíggjarligu ábyrgdina. At tænasturnar verða loystar í nærumhvørvinum eigur at hava við sær, at tænastan til borgaran gerst dygdarbetri og skjótari. Ætlanin er at umleið 390 mió.kr. fylgja við frá landinum til kommunurnar til at umsita eldraøkið.

Peningurin er settur av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 til endurvenjing og við hesum verður nú tikið eitt fyrsta fet rætta vegin. Endurvenjing eigur at samskipast betur, men fyrst og fremst eru tað tey, sum fáa endurvenjing á Landssjúkrahúsinum, sum skulu hava enn meira endurvenjing. Endurvenjing er ein týðandi táttur at hjálpa fólki at fáa eitt virðiligt og eftir umstøðunum sjálvstøðugt lív, eftir skaða- og sjúkratilburð.

Á Sernám verða bíðitíðirnar til sálarfrøðiligar kanningar og eygleiðingar styttar úr í miðal einum ári í 3 mðr. - ein sálarfrøðingur verður settur í starv afturat.

Tímajáttanin til serligan tørv í skúlunum hækkar eisini nakað.

Skúlatilboðini á Rásini verður eisini uppraðfest í skipaðum samstarvi millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið, har Mentamálaráðið tekur sær av skúlapartinum og Almannamálaráðið tekur sær av búð- og frítíðartilboðnum. Almannamálaráðið hevur sett 1 mió. kr. av til Rásina og játtanin hjá Mentamálaráðið er eisini hækkað. Málið er at taka næmingar inn á Rásina á hvørjum ári.

Ein flokkur afturat innan autismuøkið byrjar á miðnámi komandi summar.

Og 1,2 mió. kr. eru settar av til onnur miðnámsskúlatilboð (breytir) til ung við serligum avbjóðingum. Hetta kunnu vera næmingar sum pendla ímillum rásina og miðnámsskúla ella næmingar sum búgva heima og ganga í skúla ella næmingar, ið búgva í øðrum búfelagsskapum.

Við øðrum oðrum verða skúlatilboð til ung við serligum tørvi umraðfest í fíggjarlógaruppskotinum 2015 við 1,9 mió í MMR og 1 mió í AMR. Dentur verður í øllum førum lagdur á, at talan skal verða um heildartilboð, har búð- og frítíðartilboð hanga saman.

Sambandsflokkurin garanturin fyri vælferðini

Eftir sosialu tølunum at døma og teimum ítøkiligu verkætlanum, sum eru vorðar til veruleika og eisini í mun til tað, sum er sett út í kortið, so er tað ongin ivi um, at tað verður Sambandsflokkurin, sum kann borga fyri, at vælferðin verður hildin viðlíka og ment komandi árini.

  Sosiala menningin verður eisini best tryggja og ment m.a. gjøgnum ein Ríkisfelagsskap, sum kann verða við til at veita okkum tann búskaparliga vælstand og tryggleika, sum øll í Føroyum hava tørva á og ynskja.

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins