Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sosiali profilur Sambandsfloksins

Sambandsflokkurin hevur í verandi valskeiði mangan av fjølmiðlunum verið skýrdur fyri ikki at hava givið teimum sosialu málunum somu rúmd, sum vanliga hevur eyðkent flokkin. Hetta skal hava verið tí, at flokkurin í samgongu við Fólkaflokkin hevur verið drigin ov nógv til høgru. Men er hetta nú rætt?

Sambandsflokkurin hevur tríggjar grundsúlur, sum flokkurin byggir sín politikk á: flokkurin gongur inn fyri Ríkisfelagsskapin, flokkurin er ein liberalur flokkur og flokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur.

Er flokkurin ikki ein sosialur flokkur?

Í farna valskeiði umsat flokkurin almannamál. Rósa Samuelsen var landsstýriskvinna í hesum málsøki. Men eftir løgtingsvalið fyri skjótt 3 árum síðan fekk Fólkaflokkurin hetta málsøki og síðan hevur Sambandsflokkurin serliga av fjølmiðlunum, sum mangan mest umboða andstøðupolitikk, verið lagdur undir ikki longur at hava verið tann sosialt sinnaði flokkurin, sum annars hevur eyðkent flokkin áður, tí hann er drigin ov nógv til høgru av Fólkaflokkinum.

Men ikki bara fjølmiðlarnir, men eisini sambandsrøddir hava tikið undir við hesum atfinningum.

Fokus á veruliga sosiala profilin

Samhald hevur tí gjørt av at seta fokus á hetta evnið fyri at fáa staðfest um hetta nú er rætt ella ikki. Hetta verður gjørt á fundi, har Rósa Samuelsen, fyrrv. landsstýriskvinna í almannamálum og Lisbeth L. Petersen, fyrrv. formaður Sambandsfloksins og ein av atfinningarsomu røddunum í júst hesum málum, leggja upp til kjak.

Fundurin verður í Hæddini, Heiðavegur 19 í Saltangará, mánakvøldið 29. september, kl. 19.00.

Fundurin er almennur. 

Samhald