Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Randi Ward

Lættari at sagt, at hendan lógin ikki er galdandi fyri Oyggjatíðindi

Hvat viðvíkur uppskotinum um at stuðla privatum miðlum, so kundu teir sloppið undan at sett eitt lógaruppskot fram við nógvum vrøvli-teksti, fyri at royna at fjala hvat endamálið í veruleikanum er, nevniliga at lata ávísum útvaldum miðlum, sosialhjálp, og velja Oyggjatíðindi og kanska onnur frá, tá blaðið kortini ikki uppfyllir treytirnar at søkja, og tað er eisini langt frá víst, at nøkur sum helst umsókn kom frá okkara síðu.

Dan Klein, journalistur, greinaði og hevur dagført síðani 17.11.2016, kl. 0:12:

Nú er aftur uppskot komið um, at stuðla miðlum við almennum milliónum. Byrjað verður við at forða ávísum miðlum at vera partur av hoyringini til uppskotið.

Tað er heilt tíðuligt, at ætlanin á henda hátt er, at sleppa undan ávísum miðlum, sum ikki heldur sleppa at søkja, ella søkja teir, fæst í besta føri, millum makað og onki burturúr.

Vit síggja longu í § 4 stk. 2 og 3, at miðlar kunnu søkja um 40% av skjalprógvaðum rakstrarútreiðslum hjá viðkomandi miðli.

Men stk 3 sigur so eisini, at rakstrarútreiðslur sambært stk 2 verða gjørdar upp við støði í góðkenda roknskapinum undanfarna roknskaparár.

Flestu netmiðlar hava nærum ongar rakstrarútreiðslur, tí neyðugt hevur verið at spara stórt fyri at fáa viðurskiftini at hanga saman.

Mín áskoðan er, at uppskotið bara hevur eitt endamál, at lata SOS-ialhjálp til teir miðlar, sum hava høgar rakstrarútreiðslur, sum teir ikki hava ráð at betala, meðan teir, ið ikki hava vassað út á sama ísin, onki heldur skulu hava.

Hetta minnir um Føroya Banka politikkin í nítiárunum...

Bankin saneraði bara tær fyritøkur, sum skyldaðu bankanum mest, og koyrdi kappingarneytarnar, sum klaraðu seg munin betri, út av tromuni.

Besta tekin um grovan og beinleiðis ólógligan sensur er, at Mentamálaráðið, er av teirri fatan, at Kringvarpsstovnurin er til fyri at "uppdraga" borgarar landsins í hvat teir tola at síggja, hoyra og hvat teir als ikki skulu gera ella lurta eftir.

Kringvarpið loyvir bara ávísum meiningum framat mikrofonunum. Fólk við øðrvísi meiningum enn teimum, tey sjálvi trúgva uppá, sleppa als ikki framat. 

Hetta er ikki bara galdandi fyri meiningsdannarar, men eisini fyri onnur, sum kundu luttikið í undirhaldssendingum. Tað, sum kann undra er, at løgtingsfólk trúgva hesum fólkaforførarum, sjálvt um nærum allir flokkar, sum ikki eru í krithúsinum hjá hesum banda av "rukkulakkum" í miðlahami, hava ringar royndir av hesum ostaklokkumentaliteti.

Hvat viðvíkur uppskotinum um at stuðla privatum miðlum, so kundu teir sloppið undan at sett eitt lógaruppskot fram við nógvum vrøvli-teksti, fyri at royna at fjala hvat endamálið í veruleikanum er, nevniliga at lata ávísum útvaldum miðlum, sosialhjálp, og velja Oyggjatíðindi og kanska onnur frá, tá blaðið kortini ikki uppfyllir treytirnar at søkja, og tað er eisini langt frá víst, at nøkur sum helst umsókn kom frá okkara síðu.

Tað vildi verið lættari hjá teimum at sagt, at hendan lógin er ikki galdandi fyri Oyggjatíðindi. 

G´morin, øksaskaft...