Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sosialhjálp til Tryggingina

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Sambært innlitsskjølum sást, at Tryggingin í 2008 og í 2009, hevur arbeitt hart fyri, at fáa part av Vaglinum í Havn fyri spottprís.

Tað er rættiliga greitt, at tryggingin hevur verið hart kroyst, og tað kom væl við at fáa Vaglið til keyps fyri bara 3 milliónir, og rætt til at byggja sjey hæddir.

Marknaðarprísurin vildi í minsta lagið ligið millum 20 og 50 milliónir, var talan um alment útboð, men TF Ognir fær økið, og hetta gevur Tryggingini eina virðisøking uppá umleið 100 milliónir.

Tað er Kári Lamhauge, verkfrøðingur, sum ger eina kostnaðarmeting av økinum, og soleiðis er komið til prísin uppá 3 milliónir kr.

Lesið alt um hesa avdúking í blaðnum frá fríggjadegnum 21. januar 2011, sum fæst til keyps í søluskipan okkara fyri kr. 7,50.