Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sorgin: Sleppa ikki at vera saman

 Perla: Har sita tey og halda hond í hond, sum nýforelskaði. Greinin var í Oyggjatíðindum 30. januar 2009.

Myndin lýsir ein bindandi kærleika, og er tikin á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Men hví eru tey so ikki nøgd?

Seinastu fimm árini hevur Martha Vang verið á heiminum, meðan maðurin Jákup Vang, ikki kann fáa pláss á heiminum.

Jákup sigur seg ikki vita, hví hann ikki sleppur inn til elskaðu konu sína tey seinastu árini.

Hann er farin uppum 70. Fyllir 71 ár í mars 2009. Martha er yngri- bara 65 ár, men hon er ein tungur røktarsjúklingur.

Hon er lammað um hendurnar og í rygginum.

Men tey elska hvønn annan. Jákup Vang, vitjar Marthu tvær ferðirnar um dagin - einaferð seinnapart, og so aftur um kvøldi, at siga konuni góða nátt.

Børn eiga tey ikki.

- Vit vóru komin upp í árini, tá kærleikin rakti okkum, sigur Jákup, tá vit tosaðu við hann mikudagin.

Hendan dagin er Jákup Vang raktur av herviligum bruna við høgum fepri. Hann hostaði so illa, at hann hevði trupulleikar at tosa.

Íðan, so orkar tú ikki, at vitja Marthu í dag?

- Nei, í dag fær Martha, ikki vitjan av mær. Tað orki eg ikki, segði Jákup.

Sum sagt, so hevur hann ikki heldur rættiliga nakra forkláring uppá, hví hann ikki kann fáa pláss á Suðuroyar Røktar- og Ellisheimi.

- Leiðarin sigur, at fólk doyggja ikki, sigur tvørámaðurin, fámæltur.

Men Jákup veit, at tað ikki er rætt. Hann telur tey, sum doyggja.

- Í hesi fimm árini, eg havi bíða eftir at koma á heimið, eru 26 fólk deyð, sigur Jákup Vang, og staðfestir enn einaferð orðini um, at eingin livir ævigt.

Er tað ein trupulleiki, at tit eru tvey, og at ringt er at hýsa tykkum?

- Ja, tað veit eg ikki, men tey hava hildið loyniligt fyri mær, at hjún fyrr hava verið saman á heiminum. Tað er stutt síðani eg fekk tað at vita, sigur Jákup, og virkar uppgevandi og vónleysur.

Jákup staðfestir, at hann sjálvur gerst eldri og eldri. Hann hevur eisini ávísa røkt fyri neyðini, tí hann etir 24 tablettir um dagin.

Sum er húsast Jákup einsamallur í egnum húsum, men verður hann so heppin, at sleppa inn til Marthu, so selir hann húsini.

- Sum er, havi eg ringt við at halda húsini við bara einari pensjón, sigur Jákup Vang, sum tíðiliga hevur ringt við at tosa. Bara hostin hoyrist hinumegin...

Jákup hevur longu eina loysn, fær hann pláss undir liðini á konuni. Hendir tað, so ber til at leggja tvey rúm saman. Tað er neyðugt.

Aftaná eitt rímiliga langt lív saman, eru tað nakrir lutir, vit vilja hava við okkum, sum hava ovurhonds stóran týdning.

- Tað ber ikki til bara at bjóða fólki eina lítla kommodu, og eina song, tí sjálvt í aldurdóminum er neyðugt at trívast, sigur Jákup Vang, sum finnur troyst í Bíbliuni, og hevur altíð lagt sítt lív í Harrans hendur.

Tey, sum hava fylgt við í blaðnum, hava kunnað lisið um stóran órætt, Jákup hevur verið fyri á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, sum nú hevur fingið kelinavnið: Guantanamo.

Jákup er nevniliga ikki einsamallur.

Hóast kærleikin millum Marthu og Jákup er sjónligur, talar...

Sorgin.

- Tey sleppa ikki at vera saman.