Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sonni Djurhuus nýggjur leiðari á Rásini

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Sonna Djurhuus í starvið sum leiðari á Rásini í Runavík.

Sonni Djurhuus er 38 ára gamal og útbúgvin lærari í 2003. Hann tekur ískoytisútbúgving til bachelor í námsfrøðiligari leiðslu. Sonni Djurhuus hevur royndir sum lærari og leiðsluroyndir sum skúlaleiðari á Norðskála-Oyrar Skúla í 2 ár.

Hann hevur verið landsliðsvenjari innan frælsan ítrótt hjá ÍSB í 11 ár og soleiðis royndir at vera um ung við breki. Sonni Djurhuus byrjar í nýggja starvinum tann 1. august.

Tað vóru 9 umsóknir til starvið sum leiðari á Rásini, sum er skúlatilboð til ung við breki.