Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sonni á Horni nývaldur formaður

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini tann 20. mars 2019. Skráin var samb. viðtøkum felagsins. 

Umframt skipanarligu partarnar sum hoyra aðalfundinum til, luttóku Katrin Kallsberg og Siri Stenberg  á fundinum.  Báðar høvdu tær innlegg um førda politikkin, framd avrik, og tankar um hvussu stingast skal út í kortið eftir komandi løgtingsval. 

Eftir tað var orðið frítt og høvi var hjá fundarfólkinum at spyrja og hugurin at viðmerkja og spyrja var góður. 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: 

Sonni á Horni, formaður (valdur av aðalfundinum)
Súni í Hjøllum, næstformaður
Herbert Olsen, peningarøkil
Dánjal Vang, skrivari
Bernhard Samuelsen, nevndarlimur
Tóki Høghamar, nevndarlimur
Dia Ellindsson, nevndarlimur

Olaf í Garði, varalimur
Jóannes Eliasen, varalimur