Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SøluRásin 2011 verður í høllini á Skála vikuskiftið 5. og 6. november

Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri. Stevnan hevur altíð verið væl vitjað, og er høllin fullsett við framsýnarum. Eisini verður ymiskt undirhald báðar dagarnar. Nevnast kann, at leygardagin koma Kular Røtur at undirhalda.

Seinni um dagin kemur Trølla Pætur Trølla Omman og Ommudidd á pallin og síðst á kvøldinum syngja og spæla teir vælkendu brøðurnir Árni og Marnar. Sunnudagin verður eisini ymiskt á skránni. Yndi Fitness kemur at vísa Zumba dans og annað.

Stórt vørutombola verður uppi í bygdasalinum. Seinni á degnum kemur Steintór Rasmussen at syngja. Hann er júst fløguaktuellur í hesum døgum og síðst á kvøldinum spæla og syngja Eyðun,Kim og Terji.

Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin.Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin. Høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 4000 kr. millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar, sum verða trektir sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til SøluRásina 2011 í høllini á Skála.