Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tróndur Djurhuus (vm) og Colin Jones uttan fyri sponsku skrivstovuna hjá Premier Sports

Sólorka keypir enska fyritøku

Sólorka fer nú inn á bretska marknaðin. Føroyska incoming-fyritøkan í Spania hevur keypt ensku fyritøkuna Premier Sports Holidays, sum bjóðar bretskum ítróttafeløgum og skúlum venjingarlegur, dystir, kappingar og aðrar upplivingar í Spania. 

Premier Sports hevur tað mesta av sínum virksemi í nánd av Sólorku á Costa Blanca. Bretska høvuðssætið er í Preston, sum er stutt norðan fyri Liverpool og Manchester.

“Bæði ítróttalegur og skúlavitjanir eru partar av okkara vakstrarætlan í Spania. Premier er kent fyri sama nærlagni og somu høgu góðskukrøv, sum vit, og keypið hóskar tí væl til okkara,” sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. 

Stjórin í Premier Sports Holidays, martial art-lærarin Colin Jones, fegnast um, at felagið nú fer at virka undir føroyska felagnum. “Sólorka hevur júst rætta hugburðin og høga tænastustøðið til at halda fast um nøgdsemið hjá okkara gestum og at økja virksemið enn meira. Eg gleði meg til hetta samstarvið”, sigur Jones, sum framvegis verður knýttur at virkseminum.
 
Stjórarnir i ávikavist Sólorku og Premier eru samdir um at økja virksemið komandi árini – kanska eisini á øðrum marknaðum enn tí bretska og tí føroyska. Men Sólorka ætlar framvegis at halda fast um serligu tænastu sína til føroyskar gestir, sum verður verandi eitt kjarnuvirksemi hjá felagnum: 

“Vit gera ongar grundleggjandi broytingar í vanligu sólorkusetunum á vári og heysti”, sigur Tróndur Djurhuus. “Vøksturin fer hinvegin at styrkja okkum, og tað kann eisini gagna føroyskum ítróttafeløgum, skúlum og gestum annars.”