Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis rakar corona fyritøkur í Føroyum

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo fara vit hvønn gerandisdag komandi tíðina at lýsa, hvussu corona-virus og titøk at forða fyri smittuspjaðing ávirka einstøku føroysku vinnufyritøkuna.

Summar arbeiða við hálvari ferð. Aðrar hava stongt fyribils. Nakrar hava umskipað framleiðsluna. Onkur hevur sent flestu starvsfólkini heim. Og hjá nøkrum gongur dagurin næstan sum hann plagar.
 
Tiltøkini at basa corona-smittuni raka føroyskar fyritøkur. Summar meint, summar minni. Tær allarflestu halda tó ondini og bíða eftir, at samfelagið fer í gongd aftur.
 
Komandi tíðina fer heimasíðan hjá Vinnuhúsinum at seta kikaran á, hvussu fyritøkur í Føroyum eru ávirkaðar av tiltøkunum, sum eru sett í verk at basa corona-smittuni.