Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis mistu Føroyar sjálvstýrið

Tann 17. desember kemur út “The First Salute for the Independendt Faroe Islands” eftir Zakarias Wang.

Heitið og fyrsti kapitulin í bókini snýr seg um, at bretska hernaðarskipið Simpson, sum lá á Havnar vág, strikaði Dannebrók á formastini og vant Merkið í húnar hátt. Hetta hendi tann 19. september 1946 og var fyri at heilsa løgtinginum, sum svaraði eins og siðvenja er tá skip heilsa einum sjálvstøðugum landi. Greitt verður frá hvussu henda sjálvstøða okkara varð tikin frá okkum, og út frá samtíðarkeldum verður prógvað, at tann sum var meistarin fyri hesum, var danski varaforsætisráðharrin Thorkil Kristensen.

Harumframt eru í bókini tvær greinir, sum hava staðið í Føroyska Lógar Ritinum um okkara stjórnarskrá. Í Fróðskaparritum 2009 hevði høvundurin eina grein um at orsøkin til at Grønland, Føroyar og Ísland fyri tveyhundrað árum síðani vóru skild frá Noreg, var tann, at bretar av ókendum orsøkum kravdu at fáa oynna Helgoland frá danska ríkinum, og at hetta fekk Karl Johan, svenskur trúnfylgjari og herovasti, til afturfyri at sleppa hesum norsku oyggum í Norðurhøvum. Harumframt er ein grein um tað, norskir og danskir søgumenn hava sagt um ørsøkirnar til hesa hending.

At enda eru tey eftirorð prentaði, sum høvundurin hevði í sínari týðing av bókini eftir Dambisu Moyo “Deyðans stuðul”. Har verður víst á, at orsøkin til at teir stjórnmálamenn, sum stýrt hava Føroyum, ikki hava sæð til, at tey, sum her vaksa upp, kunnu liva við sømd í føðilandinum, er, at vit føroyingar fyri hundrað árum síðani valdu skeiva leið við at taka við donskum stuðul til okkara stýri at spæla sær við.

Bókin er heft, 206 síður og prísurin er 225 krónur í bókabúðunum.