Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis fer autismuheimið at síggja út

VERKÆTLAN: Prosjekteringin av heiminum fyri børn og ung við autismu, sum er staðsett á Argjum, er nú komið so væl áleiðis, at sjálv byggingin kann bjóðast út um hálvan november. Ætlanin er at fara undir at byggja í apríl komandi ár.

Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Sambært byggiskránni er talan um ein býling, sum er tann fyrsti av sínum slagi. Ynskið er at skapa eitt umhvørvi, ið tekur atlit at og støði í teimum, sum hava autismu. Nýggi býlingurin fer at hýsa eini umlættingareind, eini virkiseind og eini búeind.

Byggiøkið á Argjum er eitt stórt grundøki á 7.600 fermetrar, ið vendir eystur og vestur. Talan er um eitt grønt øki oman fyri Alberthall við gamla vegin niðan á Hamaran. Lendið er rættiliga bratt, ið merkir týðandi hæddarmun frá lendi til bygning. Útsýnið er tí gott yvir bæði bý, land og hav, sum í sjálvum sær skapar eitt gott umhvørvi til endamálið. Niðanfyri eru góð parkeringsviðurskifti, og til ber at ganga beinleiðis niðan á Glyvursvegin.

Teir ymsu bakkarnir á økinum kunnu vera við til at skapa góð og mennandi uttandura øki til íbúgvarnar í nýggja býlinginum, ið bæði skal nøkta teimum, sum eru illa fyri og teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla.

Fyrr í ár var farið undir høvuðsprosjektið, sum er síðsta liðið í prosjekteringini av verkætlanini. Sjálv byggingin verður boðin út um hálvan november. Miðjað verður eftir at fara undir at byggja í apríl komandi ár, og eftir ætlan skal vera klárt at flyta inn á sumri 2022.

Fakta
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Kontrast
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn