Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy

Sunnudagin 20. mars var eitt ár liðið síðani sólarmyrkingina í Føroyum og hønurnar fóru inn í høsnarhúsið at sova. Men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúgvoy? Eitt automatiskt fototól tók eina mynd hvønn minutt av økinum, sum sæst á myndini niðanfyri. Myndin er tikin kl. 9:42, tá full sólarmyrking var, men hon er eksponerað í 3 sekund, so bergið sæst í myrkrinum.

Hesa tíðina á árinum er ikki nógvur fuglur í berginum, men har vóru kortini 103 ritur, 11 havhestar og 9 lomvigar. Á strikumyndini sæst hvat hendi, tá ið mánin kom fyri sólina. Full sólarmyrking var kl. 9:42, og teljingin byrjaði 22 minuttir áðrenn fulla sólarmyrking og endaði 22 minuttir aftaná. Talið á fugli, sum sat, tá ið teljingin byrjaði, er sett til 100%.

Havhestarnir tóktust als ikki at verða ávirkaðir av myrkrinum. Talið av ritu var støðugt, til tað fór at skýma og minkaði so um 10%, tá ið full myrking var, men tær komu skjótt aftur. Lomvigin fór á flog, tá ið tað fór at skýma, og bert ein sat eftir. Tað vanliga er, at lomvigi, sum ikki hevur egg ella pisu, fer úr berginum um náttina, so lomvigin gjørdi sum væntað.

Hønurnar heima í bygdini fóru ikki inn í høsnarhúsið at sova, men tær fóru bert inn í eitt gásarhús, har tær plaga at kroka.