Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søkt verður eftir leiðara til Boðanesheimið

Tórshavnar kommuna søkir nú eftir leiðara til Boðanesheimið, sum er nýggja røktarheimið yvir við Strond.

Nýggi leiðarin fær ein serstakan møguleika at skipa heimið og umfevnandi virksemið har frá byrjan. Byggiarbeiðið gongur eftir ætlan, og Boðanesheimið verður klárt at taka í nýtslu í oktober í ár.

Boðanesheimið er kommunalur stovnur. Á heiminum verða 64 búpláss, býtt í størri og minni eindir við setstovum. Onnur hentleikarúm eru eisini bæði til fysio- og ergoterapi, sansing, hárfríðkan og fótarøkt v.m, eins og alt uttanumøkið er partur av heiminum.

Boðanesheimið hevur egnan stórkøk og vaskarí. Starvsfólkaumstøðurnar eru góðar eitt nú við skiftirúmi, fundarhølum, skrivstovum og vaktarrúmum.

Nógv fólk og fleiri ymiskir fakbólkar koma at starvast á Boðanesheiminum. Væntast kann, at samlaða starvsfólkatalið verður umleið 80-90 alt eftir starvsbrøkinum.

Leiðarin kemur m.a. at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og fakligu dygdini. Millum krøvini er, at leiðarin hevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur umframt leiðsluroyndir.

Umsóknarfreistin er 9. mars 2012 kl. 12, og umsóknirnar skulu stílast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn.