Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søkkur Miðlahúsið, og verður Sossurin bjargaður av samgonguni

Fleiri minnast rokið av skuldini hjá Dimmu til Prentstøðina. Hetta var áðrenn Dimman fór á heysin. Tað var eigarin av Prentstøðini, Nema, sum kravdi pengar á borðið. Nagata, táverandi stjórin í Nema, tosaði við stórum stavum, og brúkti orðalag, sum konkursryttarar, og tað, sum kundi verið verri um Dimmuna, tá Dimma rann undan skuldini og prentaði í Danmark.

Grein úr pdf-blaðnum hjá Oyggjatíðindum, fríggjadagin 18. September 2015, við atliti til, at stjórin í Bank Nordik, Janus Petersen, varð sekkjaður frá degi til dags.

Greinað av Dan Klein, journalisti:

Nema segði seg vilja gera avtalu um at leggja Dimmuna og Sosialin saman, men týðuligt var, at í hesi royndini vildi táverandi leiðsla á Dimmu ikki vera partur. Aftanfyri lá Bank Nordik, sum ikki hevði áhuga í Dimmu, men hevði ein trupulleika við risa skuldini hjá Nema til bankan, og stóru skuldini hjá Sosialinum til Bankan.

Mannagongdin var at sleppa av við ein kappingarneyta, sum kanska skyldaði Prentstøðini pengar, men tað sum hevði týdning fyri bankan, var at sleppa av við ein kappingarneyta fyri at gera umstøðurnar hjá Nema og Sosialinum betri fyri at betala risa skuldina. Den enes død, den andens brød.

Onki av hesum kom uppá pláss, hóast Dimman fór á heysin. Seinni reyk Nagata, sum stjóri í Nema, me n samanumtikið er skuldin til Bank Nordik, stórt sæð tann sama, og tað verður mett, at Janus Petersen, hevur givið pláss til hesa skuldina í so langa tíð, at nevndin tók hetta við í sínar metingar, at sekkja Janus Petersen.

Tí er spurningurin nú, um Miðlahúsið Søkkur, og verður Sossurin bjargaður av samgonguni.

Meira í blaðnum.