Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søgur um kalda kríggið

“Kasernan í Mjørkadali og kuplarnir á Sornfelli eru kanska týdningarmestu ímyndirnar av leikluti Føroya í kalda krígnum.”

Hetta stendur m.a. at lesa í nýggjari bók, sum lýsir 33 søgur um kalda kríggið í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tvær av søgunum eru úr Føroyum, tann um hernaðarstøðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli, og tann um hernaðarstøðina á Eiði.

Endamálini við bókini eru tvinni. Í fyrsta lagi at varpa ljós á bygningar og anlegg frá kalda krígnum. Í øðrum lagi at eggja til meira gransking og fleiri kanningar, sum kunnu siga nærri frá leikluti Føroya í kalda krígnum.

Bókin, sum hevur heitið ‘Kold Krig – 33 fortællinger om den kolde krigs bygninger og anlæg i Danmark, Færøerne og Grønland’, er úrslit av einum samstarvi millum danskar, føroyskar og grønlendskar myndugleikar.

Tað er Sámal Tróndur Finnsson Johansen, sum hevur skrivað søgurnar um Føroyar og um økið kring Norðuratlantshavið. Danska Kulturstyrelsen hevur samskipað bókaútgávuna, meðan tað er Landsskjalsavnið, Søvn Landsins, ið hevur tikið sær av føroyska partinum.