Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nøkur av okkara fremstu tónleikanøvnum gjøgnum tíðirnar fara á pall antin sum einstaklingar ella saman við væl upplagda húsorkestrinum, tá konsert verður í Reinsarínum í sambandi við útgávuna av Føroysku Rokksøguni leygarkvøldið 9. juli.

Her verður høvi saman at fegnast um tónleikin, sum hevur glett føroyingar so nógv síðan mitt í síðstu øld. Eisini fara høvundarnir at siga nøkur orð, og hugleitt verður í sambandi við framførslurnar.

Vit kunnu vit lova, at her verður kýnt fyri hoyrisansinum við nøkrum av okkara størstu klassikarum. Millum gestasangarar og gestatónleikarar eru Teitur, Simme, Stanley Samuelsen, Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum, Rúna á Heygum, Líggjas og Flóvin úr Deja Vu, Lív Dam, Fróði og onnur úr Deiggj, Vanja Carlsen, Niclas og Kristin úr Mold, Rókur Jákupsson Jakobsen, Hans Andrias Jacobsen, Jógvan Andrias Joensen, Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson og Evi Tausen.

Møguleiki verður eisini at keypa bókina fyri serprís, kr. 300,- og fáa hana signeraða. Vanligur prísur verður kr. 398.-

Konsertin er frá kl. 20.30 og atgongumerki fáast á reinsariid.fo og í Kunningarstovuni í Havn.
Kl. 16 leygardagin eru øll vælkomin á móttøku í Reinsarínum í sambandi við bókaútgávuna.