Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søguligur møguleiki fyri skúlaskapin í Havn

Tilgongdin at skipa og byggja nýggja Vesturskúlan, ið er samanrenning av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, er nú byrjað.

Herfyri samtykti býráðið at seta arbeiðsbólk at gera uppskot til bygnaðarliga samskipan og/ella samanlegging av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, og at gera uppskot til samskipan av undirvísingarvirkseminum hjá báðum skúlum, herundir tíðarætlan fyri tilgongdina.

Samstundis samtykti býráðið, at nú fer bygginevndin fyri Vesturskúlan til verka.

Á fyrsta fundi í arbeiðsbólkinum tóku Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, eisini lut.

Bæði borgarstjórin og forkvinnan í mentamálanevndini vístu á, at høliskarmarnir hjá Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum eru ótíðarhóskandi og hava verið tað ov leingi. Tey ásannaðu, at hølisloysnirnar til hesar báðar skúlar og framtíðar skúlaskipanin í Havn sum heild hevur verið eitt stórmál bæði í býráðnum og millum borgarar.

Nú er so politisk avgerð um nýggja Vesturskúlan tikin, og tey fegnaðust um, at nú er leiðin fram fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan greið. Ásannast má samstundis, at tað er stór avbjóðing at leggja tveir so stórar skúlar saman – skúlar, sum hava ymsa mentan og hvør sín útbúgvingarliga profil. Tað er eisini umráðandi, at báðir skúlar kenna seg aftur í nýggja skúlanum, og at rúm verður fyri dygdunum úr báðum skúlum.

Borgarstjórin og forkvinnan løgdu tí stóran dent á, at tilgongdin fram til samanlegging og nýggjan skúla verður væl fyriskipað, har bæði foreldur, næmingar og lærarar skulu kenna seg trygg. Partur av hesum er eitt nú, at verandi flokkar undir øllum umstøðum kunnu halda fram.

Størsti útbúgvingardepil

Vesturskúlin verður staðsettur úti á Fløtum við Landavegin og verður næsti granni hjá stóra miðnámsskúlanum í Marknagili. Hetta økið í Vesturbýnum verður størsti útbúgvingarligi orkudepil í Føroyum. Umboðini fyri skúlarnar vístu á hetta sum ein søguligan møguleika fyri skúlaskapin í Havn. Tey mettu eisini sera týdningarmikið, at samanleggingin av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum byggir á og styrkir tær dygdir, sum skúlarnir hvør sær hava, so at nýggi Vesturskúlin verður ein útbúgvingarlig gáva til næmingarnar, lærararnar og býin.

Í býráðssamtyktini er ásett, at nýggi Vesturskúlin hevur tvey spor, tvs. tveir flokkar á hvørjum floksstigi, men at skúlin skal kunna byggjast út til trý spor seinni. Í dag hava Venjingarskúlin og Kommunuskúlin tilsamans millum trý og fýra spor.

Umboðini fyri skúlarnar vístu í hesum sambandi á, at umráðandi er ikki at byggja skúlan ov lítlan, nú fólkatalið í Havn aftur veksur. Hesum vóru borgarstjórin og forkvinnan samd um og vístu á, at býráðið í sambandi við byggiverkætlanina fer at viðgera tann spurningin nærri.

Arbeiðsbólkurin skal lata síni uppskot til býráðið tann 15. mai 2014.

Í arbeiðsbólkinum eru: Jógvan Dahl, skúlastjóri í Venjingarskúlanum, Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, Katrin Gullbein, starvsfólkaumboð í Venjingarskúlanum, Martin Karl Olsen, starvsfólkaumboð í Kommunuskúlanum, Magnus Tausen, foreldraumboð í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan, Hansina Iversen, foreldraumboð í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, sum eisini er formaður í arbeiðsbólkinum.