Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søguliga lág renta sparir landinum árliga 44 mió kr.

Landsstýrið hevur í dag selt 1,35 mia. kr. í nýggjum lánsbrøvum til søguliga lága rentu. Upphæddin skal brúkast til at endurfíggja landskassaskuld, sum fellur til gjaldingar 22. juni í ár.

Nýggju lánsbrøvini hava eina rentu á 0,5%, ið er lægsta renta, ið landið nakrantíð hevur fíggja lán síni til. Hetta er eisini 3,25% minni enn tað 5-ára lánsbrævalánið, sum landið endurfíggjar.

Gamla lánið hevði eina árliga rentuútreiðslu á 50 mió. kr. árliga. Nýggja lánið hevur eina árliga rentuútreiðslu á 6 mió kr. Landið sparir tí 44 mió. kr. árliga í rentuútreiðslum.

Væntað varð, at rentan fór at vera lág, men hon gjørdist lægri enn væntað. Í mun til mett á fíggjarlógini verður sparingin umleið 10 mió kr., men tá var eisini ætlanin, at bjóða ein part av lánsbrøvunum við longri tíðarskeiði og harvið hægri rentu. 

Munurin millum rentuna, ið Føroyar og Danmark læna til, gerst eisini alsamt minni. Í dag lána Føroyar á marknaðinum til eina rentu, sum bert er 0,25% hægri.  Í 1994 var hesin munur heili 2,25%.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur: “Fegnist um, at marknaðurin hevur álit á okkum. Álitið gevur okkum lága rentu, ið ger, at føroyingar og Føroyar spara nógv í rentuútreiðslum, og ger okkum meira búskaparliga sjálvbjargin. Eisini er tað bæði gott og gleðiligt, at vit komandi 5 árini fáa fastfryst stóran part av láni landsins til eina søguliga lága rentu á 0,5%. Hetta fer at muna í komandi tíðum.”