Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Søgulig føroysk skjøl tøk á netinum

Síðan á nýggjárinum hava upp í 15 fólk á deildini hjá Rigsarkivet í Viborg dagliga avmyndað og talgilt stóran part av skjalagoymsluni hjá Rigsarkivet, sum snýr seg um Føroyar.

Tey fyrstu skjølini – sum telja tilsamans 127. 857 talgildar skjalamyndir – vórðu lagdar út á heimasíðuna hjá Ríkisskjalasavninum Arkivalieronline í morgun flaggdagin 25. apríl 2019. Nú ber til hjá øllum áhugaðum at logga inn á  https://www.sa.dk/ao-soegesider/da/other/other-collection/181 og har leita fram ymisk skjøl viðvíkjandi Føroyum.

Á heimasíðuni eru skjøl frá Dansk Kancelli heilt aftur til 1583 umframt prestakallsbøkur. Har eru eisini eitt umfatandi savn av skjølum frá Kongiliga Einahandlinum og tann elsti parturin av skjølum frá løgmálaráðnum, sum umsat føroysk mál frá 1849 til 1935. Haraftrat koma fólkateljingar, deyðsattesir frá 1871 til 1971 og “Medicinalindberetninger” frá 1817 til 1944.

Meira í væntu
Hetta er bara ein lítil partur av tí, sum koma skal. Tí hesi skjøl koma bara frá tí fyrsta lastbilinum við skjølum frá Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, sum vórðu flutt til Viborg til avmyndingar.

Í næsta mánaði fer aftur ein lastbilur fullur av skjølum úr Keypmannahavn til deildina í Viborg, har tey eru serkøn í at avmynda søgulig skjøl.
 
Mál viðvíkjandi Føroyum fluttu frá løgmálaráðnum til forsætismálaráðið í 1935, so skjølini  frá forsætismálaráðnum frá 1935 til 1970 koma eisini fram í ljós. Nógv skjøl liggja alment frammi á Arkivalieronline, meðan bindingar kunnu vera lagdar á onnur skjøl. Í teimum førunum krevst ein umsókn um skjalainnlit.

Arbeiðið at avmynda føroysku skjølini á Ríkisskjalasavninum heldur fram alt árið, og tá tað er liðugt verður tað mesta av tilfarinum um Føroyar, sum liggur á Ríkisskjalasavninum, tókt hjá øllum at leita í á netinum.

Fekk samstarv í lag
Ríkisskjalasavnið gjørdi eitt líknandi átak herfyri, tá øll kend skjøl viðvíkjandi Vestindisku oyggjunum vóru talgild og løgd á netið, so tað eisini liggur fyri hjá fólki uttan fyri Keypmannahavn at granska í skjalagoymslunum hjá Rigsarkivet.

Tað var m.a. hetta, sum gav mær íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið um at talgilda skjølini um Føroyar, so fleiri fáa atgongd til týðandi keldur, og vit fáa demokratiserað okkara søgu.

Magni Arge, fólkatingsmaður

Kontaktupplýsingar til fólkini, ið hava verið við í arbeiðinum at talgilda føroysku skjølini:

Ole Magnus Mølbak Andersen, Varastjóri. Omma@sa.dk
Lone Hedegaard Liljegren, Økisleiðari. Tlf. 41 71 73 76. lhl@sa.dk 
Magni Arge, fólkatingsmaður. magni.arge@ft.dk
Sámal Tróndur Johansen, stjóri á Landsskjalasavni. samaltrondurj@savn.fo