Søgufrøðingur sum tjóðskaparpolitiskur meiningsmyndari
Fáar politiskar viðmerkingar fara aftur við borðinum í almenna rúminum, uttan at søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skal geva til kennar sínar tjóðskaparpolitisku meiningar og viðmerkingar. Nú hevur Prosjekt Salt og Gamla Hospitali eisini verið gjøgnum kvørnina hjá Sølvará
Ilt av fígging til almentgagnlig prosjekt
Søgufrøðingurin
Hans Andrias Sølvará heldur ongan mun vera á játtanini til Salt á Tvøroyri og
Gamla Hospitali í Havn, annað enn, sum hann skrivar, at til Salt bar Edmund
biddaraposan og til Hospitalið bar Sjúrður biddaraposan.
Hvat fær virda søgumannin til at volka sær í, hvussu fíggingin til Salt er
fingin til vega, sum í hesum føri frá AP Møller fonden, danska statinum og
Føroya Landsstýri í felag. Hetta verður av Hans Andrias Sølvará skírt at ganga
við biddaraposanum. Hetta er jú typiskur tjóðveldisretorikkur.
Mín fatan er, at so leingi vit eru í Ríkinum, og vónandi leingi, so stendur
okkum frítt fyri at søkja ágóðar, sum aðrir ríkisborgarar - tað veri seg á
fíggjarlóg ella úr privatum grunnum o.a. Tað er heldur soleiðis, at gera vit
ikki tað, so hava vit forsømt møguleikan.
Øll, sum hava játtað figging til Prosjekt Salt gera tað eftir umsókn og kenna
endamálið. Tey kunnu siga nei ella ja til umsóknina, her fer ongin biddaragongd
fram, sum Hans Andrias Sølvará kallar tað.
Tilgongdin at fremja Prosjekt Salt
Søgan er í stuttum henda. Í tí fyrra førinum er tað ein
søguligur bygningur á Tvøroyri, sum syngur uppá allar síðsta vers og er
partvíst niðurdottin.
Havi skilt, at fleiri ætlanir hava fyrr verið um endurreisn, uttan at tað hevur eydnast. Nógv søgulig virði stóðu upp á spæl, bæði millumlanda og heimliga, sum Suðringar føla nógv fyri.
Spurningurin var um endureisingarætlan kundi gjøgnumførast av søguliga
bygninginum, og samstundis um bygningurin kundi virka sum eitt slag av
mentunarkraftdepli í Suðuroy. Nøkunlunda soleiðis skilti eg fólkini,
eldsálirnar aftanfyri prosjekt Salt við Ólavur Rasmussen á ádda, tá eg var
kontaktaður, sum fólkatingsmaður, um eg vildi hjálpa til við útvegan av fígging
til Prosjekt Salt á Tvøroyri.
Skjal við undirskriftum av bæði landsstýrisfólkum og floksformonnum á Tingið um
m.a. frítøku fyri mvg varð víst mær, sum prógv fyri føroyskari politiskari
undirtøku.
Í besta samstarvi við Ólavur Rasmussen og Kristin Mikkelsen, borgarstjóra á
Tvøroyri var farið til verka.
Tað kravdi nógv av okkum øllum og tók langa tíð, men við hegni og seiggi
eydnaðist at koma á mál við prosjektinum.
Samstarv í Ríkinum um eitt fantastiskt prosjekt
Eitt fyrimyndarligt samstarv í Ríkinum, bæði privat og
alment gjørdi tað møguligt við Prosjekt Salt, til stóra gleði og stórt
framstig fyri Suðuroynna - og Føroyar.
Tí harmar tað meg at hoyra, hvussu hetta prosjektið og figgingin verður niðurgjørd við tjóðskaparpolitiskum motivum frá virdum søgumanni.
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
ES
Tá umræður Gamla Hospital, kenni eg ikki ætlanina til
fulnar, men gleðist yvir og skilji væl, at statskassin vil hjálpa til við
einari endurreisn og nýmótansgerð av einum søguligum fyrrverandi statsbygningi.
Rós til Sjúrða - sum ein kendur fyrrverandi danskur statsministari segði: ”man har et standpunkt til man tager et nyt.”